Gevið gætur, tit sum fara til landsdyst:
Vegir og tunlar stongdir sunnudagin

Í sambandi við Tórshavn Marathon eru nógvir vegir og tunlar stongdir sunnudagin ímillum klokkan 12:30 og 19. Havið tað í huga, so tit ikki gerast ov sein til dystirnar.

⛔️Leggið serliga til merkis, at frá kl. 13-18 eru Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum⛔️

Tað eru jú tveir landsdystir sunnudagin:
📍 Kvinnur kl. 16:00: Føroyar - Portugal
📍 Menn kl. 19:00: Føroyar - Lettland

Kostnaður: 100 kr. - og tá hevur tú atgongd til báðar dystirnar.

16 ára gomul og yngri: ókeypis.

Vit síggjast í høllini🤗

❗️Les um avmarkingarnar í ferðsluni á leinkinum niðanfyri!👇👇👇
https://www.torshavn.fo/tidindi/vegir-og-tunlar-stongdir-4-juni-i-sambandi-vid-torshavn-marathon