Steypafinalur, menn:

(Tølini í klombrum vísa talið á vunnum og taptum steypafinalum)

Ár Vinnari Tapari Úrslit 1. sett 2. sett 3. sett 4. sett 5. sett
2021 ÍF (9) Mjølnir (6) 3-2 21-25 25-21 25-20 19-25 15-12
2020 Mjølnir (5) SÍ (8) 3-0 25-15 25-19 29-27    
2019 Mjølnir (4) Fleyr (3) 3-0 25-23 25-20 25-14    
2018 SÍ b (1) ÍF (4) 3-2 25-20 20-25 25-27 25-19 15-08
2017 Fleyr (1) SÍ (7) 3-1 25-17 22-25 25-18 26-24  
2016 ÍF (8) SÍ (6) 3-0 25-23 25-23 26-24    
2015 SÍ (6) ÍF (3) 3-2 21-25 26-24 25-20 19-25 15-13
2014 ÍF (7) SÍ (5) 3-0 25-21 25-14 25-19    
2013 ÍF (6) SÍ (4) 3-2 20-25 19-25 26-24 25-17 15-07
2012 SÍ (5) Mjølnir (5)  3-0 25-19 25-16 25-15    
2011 ÍF (5) Mjølnir (5) 3-2 25-13 25-21 21-25 18-25 15-13
2010 SÍ (4) Mjølnir (4) 3-1 25-23 25-19 18-25 25-19  
2009 ÍF (4) SÍ (3) 3-1 25-22 21-25 25-17 25-19  
2008 SÍ (3) Mjølnir (3) 3-1 26-24 25-13 18-25 26-24  
2007 Mjølnir (3) ÍF (2) 3-0 25-16 25-21 25-15    
2006 Mjølnir (2) Fleyr (2) 3-0 25-22 26-24 25-23    
2005 SÍ (2) Mjølnir (2) 3-0 25-18 25-18 25-23    
2004 ÍF (3) SÍ (2) 3-0 25-17 25-22 25-20    
2003 ÍF (2) SÍ (1) 3-2 25-21 23-25 25-16 21-25 15-13
2002 SÍ (1) ÍF (1) 3-0 25-15 26-24 25-14    
2001 ÍF (1) Mjølnir (1) 3-0 25-17 25-20 25-15    
2000* Mjølnir (1) Fleyr (1) 2-1 (21-17; 15-21; 7-2) (16-21; 20-22) (15-10)

* Í fyrstu steypafinaluni í ár 2000 varð leikt við "Nordic Score" stigaskipanini.

Norðurlendsk stigaskipan - "Nordic Score"
Í ár 2000 var í Norðurlondum eksperimenterað við einari serligari norðurlendskari stigaskipan, men henda var kortini skjótt slept aftur.

Spælt var í hálvleikum, og tað liðið sum fyrst vann tveir hálvleikir, vann dystin. Um liðini vunnu hvør sín hálvleik, varð dysturin avgjørdur við einum javnbrótara, sum gekk upp í 15.

Í hvørjum hálvleiki galt um at vinna tvey sett. Hvørt settið gekk upp í 21. Tann sum so fyrst vann tvey sett, hevði tá vunnið ein hálvleik. Men um liðini vunnu hvør sítt sett, so var hálvleikurin avgjørdur við einum javnbrótara, sum einans gekk upp í 7!

Innvikklað? Tja... kanska tað ikki var so løgið, at henda skipanin ikki vann frama.   

stuðlar