Kappingarreglur

 

Grein 1 Leikreglur
a) Leikt verður í landskappingini eftir teimum leikreglum hjá FIVB, sum eina og hvørja tíð eru galdandi fyri flogbólt.

b) Serstakar kappingarreglur eru fyri yngru deildir.

Grein 2 Kappingarárið og luttøkugjald
a) Kappingarárið er frá 1. juli til 30. juni.

b) Fyri hvørt lið gjalda feløgini FBF luttøkugjald, sum verður ásett av starvsnevndini.

d) Luttøkugjaldið skal verða FBF í hendi 14 dagar, áðrenn kappingin byrjar.

e) Felag sleppur ikki at luttaka í kappingum FBFs, fyrr enn luttøkupeningurin er goldin.

Grein 3 Almenn gudstænasta
Eingin landskappingardystur skal verða leiktur undir almennari gudstænastu og skal helst ikki byrja fyrr enn 1 tíma aftaná, at gudstænastan er lokin.

Grein 4 Skipan av landskappingini
Landskappingin í flogbólti verður skipað soleiðis eftir aldri og dugnaskapi.


Grein 4 a Meistaradeildin
Meistaradeild kvinnur og menn við upp til 8 liðum hvør.

Í Meistaradeildini kann sama felag í mesta lagi hava 2 lið.

Starvsnevndin skipar kappingina alt eftir, hvussu nógv lið eru.

Í Meistaradeildini verður við 8 liðum eitt umfar leikt, t.v.s. tveir dystir ímóti hvørjum liði. 

Við 6 og 7 liðum verður hálvt annað umfar leikt, t.v.s. tveir heimadystir og ein útidystur ella øvugt ímóti hvørjum liði. Úrslitini frá undanfarna kappingarári avgera heima-/útidystir. 

Við 4 og 5 liðum verður dupult umfar leikt, t.v.s. tveir heimadystir og tveir útidystir móti hvørjum liði.

Tá ið landskappingin er liðug, leika nr. 1 og nr. 2 finalur hjá bæði kvinnum og monnum.

Leiktar verða tvær finalur. Nr. 1 í landskappingini hevur heimavøll í fyrru finaluni. Seinna finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli, sum FBF ásetur. Vinna liðini hvør sín dyst, verður leikt eitt eyka "Gullsett" upp í 15 í framhaldi av seinnu finaluni – vinnari av hesum settinum er føroyameistari – tvey stig skulu vera á muni í settinum.

 

Grein 4 b Vaksnamannadeildin við undantak av Meistaradeildini
1. deild kvinnur og 1. deild menn við óavmarkaðum tali av liðum.

2. deild kvinnur og 2. deild menn við óavmarkaðum tali av liðum.


Grein 4 d Aldur
Fyri at leika í Meistaradeildini og  vaksnamannadeildini skal leikari vera minst 14 ár.


Grein 4 e Yngri deildir

Kvinnuunglingar og mansunglingar, sum ikki skulu vera fylt 22 ár 1. januar í kappingarárinum. 

Gentur/dreingir 19, sum ikki skulu vera fylt 20 ár 1. januar í kappingarárinum. 

Gentur/dreingir 16, sum ikki skulu vera fylt 17 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentur/dreingir í 10. flokki luttaka. 

Gentur /dreingir 14, sum ikki skulu vera fylt 15 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentur/dreingir í 8. flokki luttaka. 

Gentur/dreingir 12, sum ikki skulu vera fylt 13 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentur/dreingir í 6. flokki luttaka. 

Flogbørn lev. 0, 1, 2, og 3. Í Flogbørnum kunnu gentur og dreingir leika saman. Síðsta kappingin er at rokna sum FM. FM-vinnari verður tó ikki funnin.

Tá ið landskappingin er liðug, leika nr. 1 og nr. 2 í aldursbólkunum frá gentum og dreingjum 12 og eldri FM finalu á vølli sum FBF ásetur. Leikt verður best av  5 settum. Tó leika gentur og dreingir 12 best av 3 settum.

 

Grein 4 f Umsókn um undantak

Starvsnevndin kann eftir umsókn frá felag um undantak víkja frá ásetingunum í grein 4 e viðvíkjandi aldri og kyni í Yngri deildum og loyva leikara at leika fyri annað felag, um upprunafelagið ikki hevur aldurssvarandi ungdómslið.

Undantøk givin sambært hesi grein kunnu í mesta lagi verða givin fyri 2 leikarar á hvørjum liði. Hvør leikari kann í mesta lagi fáa eitt slíkt undantak hvørt kappingarár. 

 

Grein 4 g Meistaraheitini

Meistaraheitini verða nevnd soleiðis:

Vinnari í Meistaradeildini: Føroyameistari 
Vinnari í 1. deild: Vinnari í 1. deild 
Vinnari í 2. deild: Vinnari í 2. deild 
Vinnari í Unglingadeildini: Føroyameistari 
Vinnari í gentum/dreingjum 19: Føroyameistari 
Vinnari í gentum/dreingjum 16: Føroyameistari 
Vinnari í gentum/dreingjum 14: Føroyameistari
Vinnari í gentum/dreingjum 12: Føroyameistari 
 

Grein 5 Skipan í bólkar v.m.

a) Tá feløgini hava sagt frá luttøku, ger kappingarnevnd FBF's av, um kappingin verður einkult ella dupult ella meira, og hvussu liðini í 1. og/ella 2. deild verða skipað sundur í bólkar.

b) Um 1. og/ella 2. deild er býtt í bólkar, fer í minsta lagi nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki víðari til eitt finaluumfar eftir fyriskipan FBF's.

d) Í yngri deildum kann landskappingin verða skipað í bólkar eftir dugnasemi. Hvør bólkur spælir egna landskapping og steypakapping.
 

Grein 6 Lið- og leikaraflytingar
a) 
Lið í A-bólki kann ikki leika í lægri bólki. Sama galdandi fyri steypakappingar, sum feløgini skipa fyri FBF. Lið í lægri bólki kann leika í hægri bólki í steypakappingum, sum feløgini skipa fyri FBF. 
b) Leikaraflytingar millum lið í A-bólki og B-bólki fylgja somu relgum, sum flytingar frá hægri til lægri deild.

 

Grein 7 Útreiðslur og inntøkur

a) Heimaliðið tekur við øllum útreiðslum og inntøkum viðvíkjandi umfarsdystum.

b) Dómarafelagið skal gjalda útreiðslurnar hjá dómaranum.


Grein 8 Reglur fyri upp- og niðurflyting og flytan av dystum

Niðurflyting: 

Spælari skal leypa dyst um á hægra liðnum, áðrenn niðurflyting.

Hægra liðið verður altíð roknað at leika fyrst.

Leikarar, ið ikki hava leikt inni á besta liðnum, kunnu til eina og hvørja tíð flyta til lægri deild.

Bert leikarar, sum ikki eru fyltir 22 áðrenn 1. januar í kappingarárinum, kunnu flyta til lægri deild hóast teir hava leikt inni. Hægra liðið verður altíð roknað at leika fyrst. Tað, at leikari ikki hevur leikt dyst á hægri liðið, skal greitt framganga undir viðmerkingum til dómaraseðilin hjá hægra liðnum.

 

Uppflyting:

Spælari kann leika á hægri liði næsta leikumfar.

Eitt leikumfar gongur frá og við mánadegi og til og við sunnudag.

Eitt lið kann leika fleiri dystir sama leikumfar.

Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Niðurflyting frá hægri til lægri lið er ikki loyvd leikara eftir 1. februar í kappingarárinum.

 

Flytan av dystum:

Bert kappingarstjóri FBFs kann geva loyvi til at flyta ein dyst.

Fluttir dystir verða roknaðir sum leiktir tann upprunaliga ásetta dagin, eisini í sambandi við upp- og niðurflyting av spælarum.

 

Grein 9 Dómarar
a) Feløgini fáa sína millum ábyrgd av at hava dómara til allar dystir í meistaradeildini.

b) FBF og dómarabólkurin kann taka dómaraábyrgdina til útvaldar dystir. Ábyrgdin fyri dómararnar fellur aftur til felagið, um dysturin verður fluttur ella líknandi, soleiðis at FBF ella dómarabólkurin ikki kann døma dystin.

d) Um dómari ikki møtir, fær ábyrgdarafelagið bót á kr. 1.000 fyri hvønn dómara, sum ikki møtti, umframt at gjalda dómaragjald.

e) Er bótin ikki goldin innan næsta kappingarár, sleppur felag ikki at luttaka í kapping innan FBF, fyrr enn bótin er goldin.


Grein 10 Upplýsing til FBF um leikarar í øðrum deildum enn meistaradeildini
a) Í minsta lagi 14 dagar áðrenn kappingin byrjar, skulu øll luttakandi feløg í vaksnamannadeildini og frá gentum/dreingum 14 og uppeftir, til FBF geva upp navn, føðingardagar og -ár á øllum leikarum.

b) Er føðingardagur og -ár ikki uppgivið, hevur leikari ikki loyvi at luttaka.

d) Nýtir felag í landskappingini leikara, sum FBF ikki hevur fingið boð um (navn og aldur) í minsta lagi dagin fyri dystin, tapir felagið dystin.

 

Grein 11 Leikaraloyvi í Meistaradeildini

a) Fyri Meistaradeildina skulu góðkend leikaraloyvi frá FBF fyriliggja fyri allar leikarar á liðinum í seinasta lagi dagin fyri dystin. 

b) Fyri at fáa leikaraloyvi skal luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur í 30 dagar í tí felag, sum hann luttekur fyri. Limaskapur hevur gildi frá tí degi, fráboðan er komin til FBF.

Harumframt skal luttakandi leikari hava eina góðkenda helsukanning sambært krøvum frá FBF.
 

Grein 12 Útlendskir leikarar
a) Lið, ið luttekur í føroysku lands- og steypakappingini, hevur loyvi til at nýta í mesta lagi 2 útlendskar leikarar í einum dysti. Tó eru útlendskir leikarar, sum burturav hava havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í 3 fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkir um spæliloyvi, og norðurlendingar, ikki fevndir av hesi áseting.

b) Fyri at nýta útlendskan leikara skal viðkomandi felag hava leikaraloyvi at nýta viðkomandi leikara í føroysku lands- og steypakappingini.

d) Sum útlendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og sum ikki hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini frammanundan, at umsókn um leikaraloyvi verður latin FBF.

e) Í umsóknini um leikaraloyvi skal upplýsast og leggjast við:

1) Navn,

2) føðidagur,

3) bústaður hjá leikara,

4) navn á útlendska felagnum hann leikar fyri,

5) undirskrift frá leikara, útlendska felagnum ella agenti og føroyska felagnum,

6) avrit av gildigum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og

7) váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um at leikarin er skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya.

f) Norðurlendingar eru ikki fevndir av skyldini at lata inn avrit av arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært grein 12 e, stk. 6, og hava bert skyldu til at lata inn váttan frá føroyska fólkayvirlitinum sambært stk. 12 e, stk. 7, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mðr.

g) Leikaraloyvið til útlendskan leikara fer sjálvvirkandi úr gildi sama dag, sum arbeiðs- og uppihaldsloyvi gongur út.

h) Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka. Sum føroyingur verður eisini roknaður útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 ár, og hevur sítt virki her og føroyskan ríkisborgararætt.


Grein 13 Leikaraflytingar
a) Allar leikaraflytingar skulu verða fráboðaðar frá avvarðandi felag til FBF samsvarandi ásetingunum í hesi grein.

b) Um leikari – útlendingur ella føroyingur – sigur seg úr felag, ið hann hevur leikt landskappingardyst fyri við byrjan kappingarársins, og gerst limur í øðrum felag, sum eisini tekur lut í landskappingini, hevur hann loyvi at leika fyri hetta felag aftan á leikbann í 30 dagar, tó ikki eftir 1. februar í kappingarárinum, galdandi fyri bæði feløgini. Tað er bert loyvt at skifta felag eina ferð mitt í kappingarárinum. 

d) Leikari, ið skiftir felag mitt í kappingarárinum, skal boða FBF frá flytingini 30 dagar áðrenn fyrsta landskappingardyst, hann ætlar at leika fyri nýggja felagið. Freistin gongur frá tí degi, fráboðan er komin til FBF.

e) Leikarar, ið spæla í kapping uttanlands, hava loyvi at leika fyri føroyskt felag eftir leikbann í 30 dagar eftir seinasta landskappingar/steypadyst uttanlands. Samanber eisini pkt. d í hesi grein. og grein 12 viðv. útlendskum leikarum.

f) Felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda viðkomandi leikara. FBF kann steðga einum ætlaðum leikaraskifti, til viðurskiftini eru komin upp á pláss.

g) Starvsnevndin í FBF ger nærri reglur um sekt fyri brot í sambandi við leikaraflytingar. Sektin kann vera frá at vera átala til bót, leikbann ella kolldømd úrslit. 


Grein 14 Dómaraseðlar
a) Dómaraseðilin skal handast dómaranum, áðrenn leikur byrjar. Á dómaraseðlinum skulu standa allir leikarar og útskiftingarleikarar, tó í mesta lagi 14 leikarar tilsamans, og somuleiðis útskiftingarleiðarin. Allir leikararnir verða roknaðir fyri at hava spælt dystin. Samber tó við grein 8.

b) Áðrenn leikbyrjan skulu liðleiðari og útskiftingarleiðari undirskriva dómaraseðilin.

d) Eftir leikbyrjan er ikki loyvt at seta leikara á dómaraseðilin.

e) Eru klagur, skulu tær verða tilskilaðar á dómaraseðlinum.


Grein 15 Stig
a) Spælt verður um 3 stig.

Endar dystur 3-0 ella 3-1 fær vinnandi liðið 3 stig. Tapandi liðið fær 0 stig.

Endar dystur 3-2 fær vinnandi liðið 2 stig. Tapandi liðið fær 1 stig.

b) Møtir lið ikki til dyst, fær tað null stig.

d) Somuleiðis verður givið null stig til tey lið, sum sínámillum avtala at útseta dyst, uttan at hava fingið loyvi til tess frá kappingarstjóranum. Viðv. aðrari sekt verður víst til grein 16 e-g og grein 19. 

e) Tá ið dystur verður fluttur í samráð við kappingarstjóran, skal nýggjur dystur verða ásettur í mesta lagi eina viku frá ásetta leikdegnum. Starvsnevndin í FBF kann gera undantøk frá hesi reglu.

f) Tað liðið, sum við lokna kapping hevur flest stig, er vinnari av deildini. Sí tó grein 4 a og 4 e  um Meistaradeildina hjá kvinnum og monnum og yngri deildir.

g) Um javnt er í stigum, er hægstljóðandi settmunur avgerandi. Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur. Kappingarstjóri FBFs ásetur tíð og stað fyri hendan dyst.

 

Grein 16 Luttøka og uppmøting

a) Frá tí degi, ið felag hevur sagt frá, at tað luttekur í landskappingini, er tað bundið til at luttaka eftir lógum og reglugerðum FBFs

b) Tó kann kappingarstjóri FBFs eftir áheitan felagsins góðtaka tær orsøkir, ið felagið førir fram, at tað ikki heldur fram við kappingini. Ein slík áheitan má vera nevndini í hendi í minsta lagi 5 dagar, áðrenn dystur felagsins skal fremjast.

d) Sigur lið seg skrivliga til FBF úr kappingini, og FBF góðtekur hetta, verða teir dystir, ið hetta lið hevur leikt, ikki roknaðir við í kappingini.

e) Sekt við ikki leiktum dystum

1. og 2. deild: Møtir lið ikki til dyst, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin.

Meistaradeild: Møtir lið ikki til dyst, avger starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin. Avgerðin hjá starvsnevndini kann verða kærd til dómsnevndina áðrenn 2 dagar. Við kæruni skulu fylgja kr. 2.000, sum verða afturgoldnar, vinnur kæran sømdir. Dómsnevndin hevur endaliga avgerð.

Um lið í 1. ella 2. deild ikki møtir til útidyst í fyrru helvt av kappingini, missir tað sín heimadyst móti sama liði í seinnu helvt av kappingini. Møtir lið ikki til dyst í seinnu helvt, verða báðir dystir roknaðir sum taptir og sum ikki møtt til báðar dystir.

Um kappingin í 1. ella 2. deild er 1½ umfar og lið ikki møtir til útidyst í fyrsta og øðrum triðingi av kappingini, missir tað sín heimadyst móti sama liði seinni í kappingini. Møtir lið ikki til dyst í seinasta triðingi, verða báðir seinastu dystir roknaðir sum taptir og sum ikki møtt til báðar dystir.

f) Noktar lið uttan gildiga orsøk at luttaka, verður tað koyrt úr kappingini. Sama hendir um lið rýmir av vølli.

 

g) Lið sum verða koyrd úr kappingini, verða sektað við bót, ið svarar til 2 ferðir luttøkugjaldið fyri liðið. Er sekt ikki goldin innan næsta kappingarár, sleppur felag ikki at luttaka í kapping innan FBF, fyrr enn hon er goldin.

 

Um lið ikki møtir til dyst til ásettu tíð, verður felagið sektað við bót, svarandi til luttøkugjaldið og tapir dystin 3-0.


Grein 17 Umstøður í høllini, tá leikt verður
a) Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal leggja bólt, sum er góðkendur av FBF, og minst 10 tiltaksbóltar til.

b) Heimaliðið hevur ábyrgdina av, at vøllurin er lógliga merktur, at netið er í lagi og kann setast í røttu hædd.

d) Dómarin skal vissa sær, at vallarviðurskiftini eru í lagi, áðrenn leikur byrjar.

e) Leikvøllurin skal vera góðkendur av FBF.


Grein 18 Leikbúnar
a) Leikarar á einum liði skulu vera í eins leikbúna.

b) Hvør leikbúni skal hava nummar á rygginum, minst 15 cm til hæddar. Hvør leikbúni skal hava nummar á bringuni, minst 10 cm til hæddar galdandi fyri gentur/dreingir 14 og eldri.

d) Um búnin hevur lýsing, skal hon lúka tær treytir, FBF hevur ásett.

e) Lið í meistaradeildini skulu hava minst tvey sett av leikbúnum, sum skulu vera í ymiskum liti.

f) Lið í meistaradeildini áseta sín heimalit og boða FBF frá hesum í seinasta lagi ein mánað undan kappingarársbyrjan á hvørjum ári.

g) Útiliði í meistaradeildini verður álagt at nýta annan lit á leikbúna enn heimaliðið nýtir.


Grein 19 Sekt

Ger felag brot á greinarnar 4-13, 17 ella 20, kann tað fáa bót og/ella tapa dystin soleiðis, at hitt liðið fær trý stig fyri dystin, og vinnur hann 3-0 í settmuni og 75-0 í bóltmuni.


Grein 20 Atburður
a) Ber leikari seg so ósømiliga at á vølli, at dómarin má reka hann úr leiki, skal dómarin skrivliga siga kappingarstjóra FBFs frá og somuleiðis viðmerkja hetta á dómaraseðlinum. 

b) Kappingarstjórinin kann nokta slíkum leikara at luttaka í kapping ásetta tíð. 

d) Nýtir dómari rætt sín at slíta dystin, skal hann beint aftaná dystin skrivliga greiða kappingarstjóra FBFs frá, hví hann so gjørdi. 

e) Vísir dómari, leiðari, venjari, leikari ella onnur knýtt at liði, felagi ella flogbólti yvirhøvur ólátaðan atburð á leikvølli ella í sambandi við tiltak skipað undir FBF, kann starvsnevndin eftir áheitan ella sjálv taka málið upp og áseta sekt. 

f) Starvsnevndin í FBF ger nærri reglur um sekt í sambandi við ólátaðan atburð. Sektin kann vera frá at vera átala til bót, leikbann ella burturvísing í styttri ella longri tíð. 

 

Grein 21 Kærir um dómaraavgerðir

a) Heldur liðførari, at dómari misnýtir vald sítt, skal liðførarin sámiliga mótmæla tí á leikvøllinum.

b) Góðtekur dómarin ikki mótmæli, kann liðførarin ella felagið hjá liðføraranum senda skrivliga kæru til kappingarstjóra FBFs í seinasta lagi 2 dagar aftan á dystin. Somuleiðis skal hetta viðmerkjast á dómaraseðlinum. Fylgja skulu kr. 500,- við slíkari kæru, sum verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir. Hetta er eisini galdandi fyri allar aðrar klagur um dómaraavgerðir.

d) Fylgja skulu kr. 500,- við kærum, sum verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir.


Grein 22 Kærur til dómsnevndina
a) Kærur um avgerðir kappingarstjórans verða at leggja fyri dómsnevndina. Við kæruni skulu fylgja 1.000,- kr., sum verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir.

b) Kærur til dómsnevndina skulu vera innkomnar í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerð hjá kappingarstjóra ella starvsnevnd er komin felagnum í hendi.

d) Dómsnevndin hevur í mesta lagi 10 dagar at viðgera eina kæru.

e) Allar avgerðir dómsnevndarinnar eru endaligar.

f) Dómsnevndin kann ikki reka felag ella einstakling úr FBF, slík mál kunnu bert verða løgd fyri aðalfundin ella eykaaðalfundin hjá FBF.


Grein 23
Hesar reglur kunnu bert verða broyttar á aðalfundi ella eykaaðalfundi hjá FBF

 

Kappingarreglur fyri yngri deildir (ungdómsflogbólt - G/D 12 - G /D 14, G/D 16, G/D 19 og unglingar)

Gentudeild og dreingjadeild
Í gentudeildini leika gentur, og í dreingjadeildini leika dreingir. Feløgini kunnu søkja starvsnevndina um undantak, so at gentur leika við á dreingjaliði og dreingir leika við á gentulið. Umsóknin skal vera ítøkilig fyri hvørt lið sær og fyri hvønn leikara sær. 

Í Flogbørnum lev. 0, 1, 2, og 3 kunnu gentur og dreingir leika saman. 

Feløgini, ið skipa fyri ungdómskappingum, eiga at hava í huga, at tað fyrst og fremst snýr seg um spælararnar - at tað er stuttligt at spæla og kappast! Bólkarnir eiga at vera so stórir, at øll lið fáa minst tríggjar dystir - um hetta er gjørligt. Tó er tað ein treyt, at minst tvey lið í hvørjum bólki koma víðari. Feløgini, ið skipa fyri kappingunum, eiga at fáa tilmeldingar í so góðari tíð, at boð um tíðir o.a. kunnu sendast luttakandi feløgunum eina viku undan hvørjari kapping.

Vøllurin
Spælt verður á vanligum flogbóltsvølli. Flogbørn lev. 0, 1, 2, 3 og 4 (G/D12) leika á badmintonvølli. 

Bóltur
Vanligur bóltur, góðkendur av FBF, verður nýttur.

Serva
Gentur og dreingir 14: Loyvt verður at serva yvirhondsservu frá baklinjuni og undirhondsservu 3 metur inni á vøllinum.

Gentur og dreingir 16 og unglingar serva sum í vanligum flogbólti.

Net
Flogbørn: Sambært reglum fyri Flogbørn.
Gentur: 14 2,14 m
Dreingir: 14 2,24 m
Gentur: 16 2,20 m
Dreingir: 16 2,35 m
Gentur 19: 2,24 m
Dreingir 19: 2,43 m
Kvinnuunglingar: 2,24 m
Mansunglingar: 2,43 m
 
Aldursbólkar - sí grein 4 e í kappingarreglunum.







 

 

stuðlar