U20 landsliðið byrjar ímóti Íslandi

Føroyska U20 landsliðið hjá monnum, sum fríggjadagin í næstu viku skal spæla sín fyrsta landsdyst í EM-kappingini í Høllini á Hálsi, møtir í fyrsta dystinum Íslandi.

Dysturin byrjar klokkan 19.00.

Hetta verður samstundis fyrsti EM-landsdystur, sum føroyska U20 landsliðið spælir á heimavølli, so á ein hátt verður søga skrivað hetta kvøldið.

Føroyar hava í fleiri umførum spælt ímóti Íslandi, og seinast var í oktober í 2017, tá Føroyar vunnu 3-1 í kapping í Kettering í Onglandi.

Settini endaðu 25-20, 20-25, 25-21, 25-14.

Leygardagin 24. mars skal liðið spæla ímóti Skotlandi, og sunnudagin 25. mars verður mótstøðuliðið Luksemborg.