U-20 EM: Endiliga á heimavølli!

Síðani stovnanina í 1980 hevur Flogbóltssamband Føroya verið virkið á altjóða pallinum. Sjálvt í svartastu krepputíðum hava leikarar okkara umboðað Føroyar í altjóða kappingum. Mangan eisini fíggjað úr egnum lumma hjá leikarunum. Umstøðurnar og karmarnir annars eru betri nú, og virksemið á landsliðsstøði er eisini alsamt vaksið síðani 1980, men langt hevur tó verið millum landsdystir og altjóða kappingar í Føroyum. Nú royna vit aftur.

Tá ið vit í 2016 skipaðu fyri HM/EM-kapping fyri kvinnum, settu vit okkum fyri, at vit minst annaðhvørt ár skulu hava altjóða kapping í Føroyum. Nú tvey ár seinni kunnu vit siga, at tað eydnaðist. Fyri fyrstu ferð nakrantíð lata vit dyrnar upp fyri EM-kapping hjá dreingjum, nú vit hýsa EM-kappingini fyri smátjóðir í U20 bólkinum. Alt fyriskipað eftir altjóða leisti, sum vit lærdu í 2016.

Tit, sum nú skulu umboða Føroyar, eru úrslit at miðvísum arbeiði úti í feløgunum og hava tit verið við í landsliðstilgongdini hjá Flogbóltssambandinum. Fleir av tykkum hava longu verið við í altjóða kappingum bæði tvær og tríggjar ferðir áður, og hava staðið tykkum væl. Ikki minst í U17 í Danmark seinast. Tit vita hvat krevst, hóast eingin kapping er eins og eingin dystur er lættur. Og tit, sum koma við fyrstu ferð, fáa royndirnar og mennast. Men nýtt hjá tykkum øllum er tað, at tit sleppa at spæla í Føroyum. Endiliga á heimavølli í nýggju stórhøllini á Hálsi.

Fyri nevndina í Flogbóltssambandinum skal eg bjóða Íslandi, Luksemborg og Skotlandi hjartaliga væl komnum til Føroyar. Vit vóna, at tit fara at trívast væl hesar dagarnar, tit eru her, og fara at minnast aftur á hesa vitjan við gleði. Men mest av øllum skal ynskja vit, at tað skal ganga okkara U20 dreingjum væl, og at okkara fyrsta roynd at skipa fyri EM-kapping fyri tykkum á heimavølli endar við ítróttaligum bragdi.

Takk tit okkara altíð trúgvu stuðlar, Hotell Føroyar fyri hýsing, Atlantic Airways fyri flúgving og Tórshavnar býur fyri vertskapin. Saman ber tað til.

Koyrið nú á dreingir!

Magnus Tausen

Formaður í Flogbóltssambandi Føroya