U19 NEVZA 2022 - 3. dagur:
Menninir nr. 5 eftir sigur á Onglandi. Kvinnurnar gjørdust nr. 6 eftir tap fyri Íslandi, men sigur á Onglandi

U19 NEVZA 2022, menn

Føroyar vunnu lættliga á Onglandi

Dystur um 5./6. pláss:
Føroyar – Ongland 3-1 (25–23, 25–18, 20–25, 25–14)


Eftir eina javna byrjan, har liðini fylgdust til 12-12, sá eina løtu út til at onglendingar ætlaði sær at taka settið, tá teir løgdu seg framum 18-14, men seks bóltar seinni var støðan 20-18 til okkara. Ongland javnaði aftur til 20-20, men annars hildu Føroyar seg frammanfyri og tryggjaðu sær settið 25-23.

Í øðrum setti fóru Føroyar frá 5-5 til 13-5, og so var tað settið mest sum longu avgjørt. Hóast Ongland minkað um munin til 17-20, so kom ongantíð spenningur í settið, sum Føroyar vunnu 25-18.

Í triðja setti legði Ongland seg á odda 10-6 og 15-10, men tað sá út sum Føroyar høvdu fótað sær tá munurin minkaði niður í 14-15. Ongland helt seg tó støðugt frammanfyri og vann at enda settið 25-10.

Men í fjórða setti var eingin ivi um hvat var betra liðið, og Ongland varð rætt og slætt smurt av. 10-5 gjørdist skjótt til 19-10, og løtu seinni høvdu Føroyar vunnið 25-14 og dystin 3-1.

Føroyar enda so statt kappingina á 5. plássi, og Ongland gjørdist nummar 6.

Føroyska U19 manslandsliðið

Nr. 7 Vuk Ilic, ÍF
Nr. 5 Filip Ilic, ÍF
Nr. 10 Bjarni Joensen, SÍ
Nr. 16 Tóki í Haraldstovu, SÍ
Nr. 4 Josiah Lukama, Mjølnir
Nr. 9 Elias Ellingsgaard, SÍ
Nr. 3 Filip Simonsen, Fleyr
Nr. 1 Árni Lamhauge Mohr, ÍF
Nr. 8 Silas Poulsen, SÍ
Nr. 2 Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr
Nr. 6 Ólavur Johannesen, Mjølnir
Nr. 13 Hørður Joensen, Mjølnir

Venjari: Boban Ilic (vinstrumegin)
Hjálparvenjari: Cristian Imhoff (høgrumegin)

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

U19 NEVZA 2022, kvinnur

Taptu fyri Íslandi og vunnu á Onglandi

Kappingin um 5. til 7. pláss:

Ísland – Føroyar: 3-1 (19–25, 25–18, 25–14, 27–25)
Ongland – Føroyar: 0–3 (15–25, 7–25, 20–25)


Føroyar skuldu vinna á Íslandi sunnumorgunin, um tær ætlaðu at vera “best of the rest” og gerast nummar 5 í kappingini, frammanfyri Ísland og Ongland. Ein flúgvandi byrjan, har vit vunnu fyrsta settið 25-19, styrkti um vónina. Javnt var til 12-12, tá Føroyar fóru undan og vunnu settið greitt. 


Vónin fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá Ísland legði seg framum 7-0 í øðrum setti og vann 25-18.
Í triðja setti gekk av skriðuni, og Ísland hevði longu fingið 10 stig, tá Føroyar fingu sítt fyrsta. Tá vendist ikki aftur, og Ísland vann 25-14.

Ísland hevði hug at renna undan okkum aftur í fjórða seti og legði seg á odda 14-7, 17-10 og 18-12. Men enn ein avsmurning vildu tær føroysku altso ikki hava sitandi á sær og kempaðu seg tí innaftur í dystin og javnaðu til 22-22. Ísland fekk tó dystarbólt við støðuna 24-23, men hann yvirlivdu Føroyar, og eisini tann næsta, men tann triðja gagnnýtti Ísland og vann settið 27-25. Vit halda at tær føroysku høvdu uppiborið at fingið tjansin at avgjørt kappingina um 5. plássið í einum javnbrótara. 

Men so skuldi ikki verða, og av tí at Ísland hevði vunnið 3-2 á Onglandi í gjár, var greitt, at Ísland hevði tikið 5. plássið, og at Føroyar skuldu vinna á Onglandi seinni sunnudagin, um Føroyar ikki skuldu enda aftast í kappingini.

Óttaðist onkur tað, varð skjótt at sanna, at tað fór ikki at henda. 

Føroyar vunnu fyrsta sett uttan himpr, og løgdu seg á odda 15-0 í øðrum setti! Ongland slapp síðan at fáa sjey, áðrenn Føroyar fingu sítt fimmogtjúgunda stig. 

Í triðja setti legði Ongland seg á odda 14-12, áðrenn Føroyar táttaðu í, og so líðandi vunnu seg avgerandi framum og vunnu settið 25-20 og dystin 3-0.
Tað merkti so statt, at Føroyar gjørdust nummar 6 í kappingin; Ongland nummar 7 og Ísland nummar 5. 

Føroyska U19 kvinnulandsliðið (mynd ovast á síðuni. Ert tú á fartelefonini, hald henni vatnrætt))
Nr. 12 Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Mjølnir
Nr. 1 Johanna Christiansdóttir, TB
Nr. 9 Milja Silvansdóttir, KÍF
Nr. 15 Emma Michala Sannino, Fleyr
Nr. 14 Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Nr. 10 Nicola Toftegaard, Ikast KFUM
Nr. 5 Tóta Búadóttir, Fleyr
Nr. 2 Helena Skylv Hansen, Fleyr
Nr. 11 Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Nr. 6 Sólfríð Poulsen, SÍ
Nr. 13 Janna Falkvard, SÍ
Nr. 8 Paula Nattestad Joensen, SÍ

Venjari: Kristian Mikkelsen
Hjálparvenjari: Annika á Stongum (ikki á myndini)