U19 NEVZA 2022 - 1. dagur:
Kvinnurnar vunnu á Onglandi, og argaðu Danmark. Menninir taptu fyri Noregi, men skakaðu Danmark

NEVZA U19, kvinnur:

Danmark – Føroyar 3-1 (23-25, 25-17, 25-18, 25-16)

Kvinnurnar løgdu fyri í morgun við at vinna fyrsta settið ímóti Danmark, men tað sá einki serligt út, tá Danmark legði seg á odda 6-1, men 20 bóltar seinni vóru Føroyar á odda 17-11!

Men líka skjótt, sum vit høvdu vunnið okkum framum, líka so skjótt var trygga leiðslan tveitt fyri borð aftur, tí Danmark bardi seg uppaftur á 20-21. Men Føroyar hildu høvdið kalt og vunnu settið 25-23.

Tað sá eisini óalmindiliga gott út, tá Føroyar løgdu seg á odda 10-5 í øðrum setti, men Danmark bardi seg enn einaferð innaftur í settið og javnaði til 11-11, og eftir at okkara høvdu verið á odda 17-15, mistu tær mest sum stevið, og Danmark vann settið 25-17. 

Føroyar vóru aftur væl við í triðja settið, men eftir 10-10 fóru tær at dragna, og Danmark vann 25-18.

Fjórða settið var knapt so gott. Danmark vann fyrstu seks bóltarnar, og eftir at Føroyar høvdu minkað um munin til 10-13, fór Danmark undan okkum aftur og vann 25-16. 

Hagtøl:
https://lentopallo.torneopal.fi/taso/ottelu.php?otteluid=512343
 


U19 NEVZA 2022, kvinnur:

Kvinnurnar vunnu 3-0 á Onglandi
Ongland – Føroyar 0-3 (15-25, 19-25, 23-25)


Føroyar løgdu seg á odda 12-4, og skjótt og lætt var settið vunnið 25-15.

Heilt so lætt var tað kortini ikki í øðrum setti, tí Ongland legði seg á odda 11-6. Føroyar javnaðu tó til 16-16 og drógu so líðandi frá og vunnu 25-19.

Í triðja setti sá heilt galið út og Ongland legði seg á odda 17-10, men so spentu tær føroysku í aftur og javnaðu til 18-18. Ongland treiskaðist  eitt sindur, men Føroyar vunnu settið 25-23.

Hagtøl:
https://lentopallo.torneopal.fi/taso/ottelu.php?otteluid=512348
 



NEVZA U19, menn:

Noreg – Føroyar 3-0 (25-17, 25-17, 25-22)

Í fyrsta setti legði Noreg seg skjótt trygt á odda og vann greitt 25-17, og í øðrum setti gjørdist støðan 9-9, áðrenn tað slitnaði millum liðini, og Noreg vann 25-17. 

Triðja settið var nógv javnari, og Føroyar løgdu seg á odda 8-2. Vit vóru frammanfyri til 14-14, tá Noreg vann seg tvey avgerandi stig framum og vann settið 25-23.

Hagtøl:
https://lentopallo.torneopal.fi/taso/ottelu.php?otteluid=512313


NEVZA U19, menn:

Føroyar – Danmark 2-3 (34–32, 25–21, 13–25, 20–25, 10–15)

Tað var freistandi at selja skinnið og kanna sær bitan og alt hatta har, tá Føroyar høvdu vunnið fyrstu tvey settini og vóru á odda 11-6 í fjórða settið, men tað varð sjálvandi ikki gjørt, tí vit vita hvussu skjótt tað vendist í flogbólti. Danmark kom við einum góðum endaspurti, og vann settið, og í javnbrótaranum, sum Danmark vann 15-10, kom ongantíð veruligur spenningur í.

Men áh tann spenningur, sum var í fyrsta setti. Eftir 10-10 fór Danmark framum 14-10. Vit javnaðu til 18-18, men Danmark vann sær tveir settbóltar, men Føroyar javnaðu til 24-24 og vunnu sær sjálvum heilar níggju settbóltar, áðrenn settið varð vunnið 34-32!

Annað sett gekk púra javnt til 18-18, tá Føroyar fóru framum og vunnu 25-21.

Í triðja setti eydnaðist lítið hjá Føroyum, og 5-12 gjørdist til 8-20, áðrenn Danmark vann 25-13.

Og so var tað í tí ólukku fjórða settinum at Føroyar vóru á odda við fimm stigum miðskeiðis í settinum, men Danmark vendi tí og vann 25-20.

Í javnbrótaranum gjørdist skjótt mótbrekka, tá Danmark legði seg á odda 6-1, og veruligur spenningur kom ongantíð í, og Danmark vann 15-10. 

Hagtøl:
https://lentopallo.torneopal.fi/taso/ottelu.php?otteluid=512311​