U19 NEVZA 2021: Danskt dreingjagull – finskt gentugull

Dreingir, finala:
Finnland – Danmark 1-3 (15-25, 13-25, 25-14, 24-26)

Donsku U19-dreingirnir vunnu í dag 3-1 á Finnlandi í finaluni um NEVZA-meistaraheitið. Hóast 3-1 ljóðar sannførandi – og tað var tað eisini serliga í teimum fyrstu tveimum settunum - so gjørdist finalan rættiliga spennandi, eftir at finnar vunnu eins sannførandi í triðja setti og løgdu seg greitt á odda í fjórða setti. Soleiðis førdi Finnland bæði 19-13 og 21-16, men so javnaði Danmark til 22-22. Finnland yvirlivdi tann eina dystarbóltin, men so gekk ikki meira og Danmark vann settið 26-24 – og ikki mist gullið. 

U19 dreingir: Danmark, gull

Dreingir, Bronsudystur:
Noreg – Svøríki 1-3 (25-20, 20-25, 21-25, 11-25)

Eftir at Noreg hevði vunnið fyrsta settið, tók Svøríki sær um reiggj og vann trygt trý tey næstu settini og tryggjaði sær bronsuheiðursmerkini. 

Dreingir, dysturin um 5. plássið
Føroyar – Ísland 1-3 (25-20, 24-26, 17-25, 17-25)

Føroyar vunnu sær skjótt greiða leiðslu í fyrsta settinum og førdu 11-5 og 16-11, men so nærkaðist Ísland spakuliga og leiðslan minkaði niður í eitt stig við 17-16 og 19-18. Men so vunnu Føroyar tríggjar bóltar á rað og fingu luft og vunnu settið 25-20.

Í øðrum setti fingu Føroyar eina – ja, latum okkum siga tað - lorta byrjan og komu afturum 4-12. Hóast hetta góvu teir føroysku ikki skarvin yvir, men bardu seg innaftur í dystin, og brátt áttu Føroyar settbólt við 24-23! Tíverri glapp hann hann Føroyum av hondum og Ísland vann ístaðin næstu trý stigini og settið 26-24.

Eftir hetta tóktist veiggið at vera farið úr føroyska líðnum, sum tapti bæði triðja og fjórða sett 17-25.

Endaliga støðan í dreingjakappingini gjørdist sostatt: 
Nr. 1 Danmark
Nr. 2 Finnland
Nr. 3 Svøríki
Nr. 4 Noreg
Nr. 5 Ísland
Nr. 6 Føroyar

--------

Gentur, finala:
Finnland – Svøríki 3-0 (32-30, 25-13, 25-12)

Í gentufinaluni var tað bert fyrsta settið, sum spenningur var um. Eftir at hava verið aftanfyri 10-16 bardi Svøríki seg uppaftur á javnt við 21-21. Síðani skiftust liðini um at hava settbóltar; Danmark hevði tríggjar, men gjørdi sær ikki dælt, so ístaðin vann Svøríki settið 32-30 við sínum fjórða settbólti.

Eftir hetta var Finnland einaráðandi og vann næstu settini 25-13 og 25-12.

U19 gentur: Finnland, gull

Gentur: Bronsudystur
Ísland – Danmark 0-3 (09-25, 18-25, 15-25)

Ísland hevði fyrr í dag vunnið sær rættin at møta Danmark í dysti um bronsuna við at vinna 3-1 á Føroyum í fjórðingsfinaluni tíðliga í morgun. Hvussu tann dysturin gekk, kunnu tit lesa í greiningini hjá hjálparvenjaranum hjá Føroyum, Kristiani Mikkelsen, á Facebook her: https://www.facebook.com/groups/786858444659638/posts/4897734160238692/

Danmark hevði tann greiða fyrimun at kunna spæla við einum úthvíldum liði, tí Danmark hevði ikki spælt fyrr í morgun. Og kanska hetta merktist, tí Ísland formáddi sær lítið, og Danmark vann lættliga 25-9, 25-18 og 25-15.

Føroyar gjørdust sostatt nr. 5, hóast sigurin á Íslandi í gjár hevði við sær, at Føroyar vóru frammanfyri Ísland í bólkaspælinum. Men kappingin varð skipað soleiðis, at nr. 4 og 5 í bólkinum skuldu spæla eina fjórðingsfinalu í morgun um rættin at møta nr. 3 í bólkinum í einum bronsudysti. 


Endaliga støðan í gentukappingini gjørdist sostatt: 
Nr. 1 Finnland
Nr. 2 Svøríki
Nr. 3 Ísland
Nr. 4 Danmark
Nr. 5 Føroyar

Upprunaliga skuldi Noreg vera við í kappingin eisini, men eftir at liðið var rakt av koronu, tók Noreg seg úr gentukappingini, sum tí bleiv umskipað í bert ein bólk, har øll spældu ímóti øllum fyri síðani at spæla finalu og bronsudyst. 
 

 


U19 dreingir: Føroyar
1 Mattias Nolsøe Isaksen, 183 cm, 2003
3 Símun Hoydal Poulsen, 179 cm, 2002
4 Josiah Upite Lukama, 187 cm, 2004
5 Roar Egholm Anderson, 181 cm, 2003
8 Silas Poulsen, 173 cm, 2005
9 Elias Ellingsgaard Petersen, 188 cm, 2005
10 Gilli Pálsson Augustinussen, 185 cm, 2003
11 Bjarni Joensen , 196 cm, 2004
12 Tóki í Haraldstovu, 196 cm, 2005
13 Hørður Joensen, 192 cm, 2004
14 Ólavur Johannessen, 181 cm, 2003

Venjari, Jens Bang
Hjálparvenjari: Suni Hansen

------------


U19 gentur, Føroyar
1 Tóta Búadóttir, 2005
2 Sofia Weihe Simonsen, 2005
3 Helena Skylv Hansen, 2004
4 Sára Vatnhamar, 2002
5 Anna Arnholdsdóttir, 2003
6 Henrikka Wang Jacobsen, 2002
7 Janna Falkvard, 2003
8 Jóhanna Kristiansdóttir, 2003
9 Milja Silvansdóttir, 2004
10 Vár Rajani Færø, 2002
11 Jakobina Joensen, 2002
15 Marta Fagraklett, 2005

Venjari: Lars Engell
Hjálparvenjari: Mikkelsen Kristian
Thomas Bendtsen