U19 NEVZA 26. - 28. oktober 2018:
Svøríki vann gullið hjá bæði monnum og kvinnum

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Svøríki tryggjaðu sær gullið í U19 NEVZA kappingini, sum var um vikuskiftið, og í báðum førum var mótstøðuliðið Noreg. (Myndina eigur Phil Gibbin frá facebook.com/philgibbinphotography).

U19 kvinnur, finala:  Svøríki - Noreg 3-2 (22-25, 25-23, 14-25, 25-20, 15-11)
Kvinnufinalan var ein klassiskur 5-settari, har Svøríki vann javnbrótaran 15-11. Svøríki vann seg tíðliga fýra bóltar framum og førdi 10-6, men Noreg gav tó ikki skarvin yvir og stríddi seg uppaftur á 9-10 og 11-12. Men javnt gjørdist ongantíð, og endin varð, at Svøríki vann javnbrótaran 15-11 og dystin 3-2. 

Tað var annars Noreg, sum tók fyrsta settið 25-22, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 18-18. 

Í øðrum setti mól av ymsum ættum; stundum var Svøríki frammanfyri og stundum var Noreg frammanfyri, og síðani var javnt við 22-22, áðrenn Svøríki vann 25-23.
 
Í triðja setti vant Noreg burturúr Svøríki og vann settið so mikið sum 25-14. 

Svensku kvinnurnar fótaðu sær tó aftur í fjórða setti, og eftir 6-6 drógu tær avgerandi frá og hildu munin millum 3 og 5 stig og vunnu settið 25-20 – og hareftir javnbrótaran 15-11.

Endaliga støðan fyri U19 kvinnur:
1. Svøríki 
2. Noreg
3. Danmark
4. Ongland
5. Ísland
6. Føroyar



U19 menn, finala: Noreg - Svøríki 1-3 (14-25, 16-25, 25-20, 25-27)
Eisini mansfinalan var sera spennandi, og evarska lítið vantaði í, at eisini hon eisini gjørdist ein 5-settari, tá Noreg førdi 24-22 í fjórða setti, sum norðmenn skuldu vinna, um teir skuldu tvinga fram javnbrótaran. Men Svøríki javnaði til 24-24 og legði seg eisini framum 25-24. Noreg yvirlivdi dystarbóltin, men sviar fingu ein nýggjan, sum teir gjørdu sær dælt av og vunnu settið 27-25 og dystin 3-1, tá norðmenninir slógu í netið. 

Í fyrsta setti hevði verið stóru munur, har Svøríki vann 25-14. Munurin var næstan eins stórur í øðrum setti, sum Svøríki vann 25-16, eftir at tað hevði verið javnt við 9-9. 

Gullið nærkaðist nú av álvara, tá sviar løgdu seg framum 11-8 og 15-12 í triðja settinum, men so javnaðu norðmenn til 15-15 og vunnu settið 25-20.

Men sum áður nevnt, so tryggjaði Svøríki sær gullið í fjórða settinum, hóast tað var hárfínt, at gullið skuldi avgerast í javnbrótara. 

Endaliga støðan fyri U19 menn:
1. Svøríki
2. Noreg
3. Danmark
4. Ongland
5. Føroyar
6. Ísland

 



Dystarskrá, úrslit o.a. frá NEVZA U19 er á heimasíðuni hjá enska flogbóltssambandinum her

NEVZA U19 Facebook-síðan

Facebook-síðan hjá Volleyball England


Stroyming sunnudag 28. oktober:
Kl. 10.00 U19 kvinnur: Dystur um 5. plássið: Føroyar - Ísland 0-3 (14-25, 19-25, 22-25)
Kl. 10.00 U19 menn: Dystur um 5. plássið: Føroyar - Ísland 3-1 (25-16, 25-23, 23-25, 25-19)

Sí annars fult sendiskema fyri stroymingarnar her!


Stroyming leygardag 27. oktober:
Kl. 09.30 U19 kvinnur, fjórðingsfinala: Føroyar - Ongland 1-3 (29-27, 15-25, 16-25, 15-25)

Kl. 11.30 U19 menn, fjórðingsfinala: Føroyar - Ongland 0-3 (12-25, 10-25, 23-25)
 



Stroyming fríggjadag 26. oktober:
Kl. 09.00, U19 menn: Føroyar - Svøríki 0-3 (16-25, 14-25, 21-25)
Kl. 11.00, U19 kvinnur: Føroyar - Svøríki 0-3 (22-25, 16-25, 18-25)
Kl. 13.30, U19 menn: Føroyar - Noreg 2-3 (24-26, 25-23, 25-22, 15-25, 19-21)
Kl. 15.30, U19 kvinnur: Føroyar - Noreg 0-3 (24-26, 14-25, 8-25)