U19 liðini taptu á seinasta dystardegnum

Seinastu dystirnir eru nú leiktir hjá føroysku U19 liðunum í hesi NEVZA-kappingini. Dreingirnir spældu ímóti Íslandi og genturnar ímóti Onglandi. Báðir dystirnir endaðu við 0-3 tapi, men hjá gentunum var talan um ógvuliga javnan dyst.

Sera javnur dystur
Í øllum trimum settunum komu føroysku genturnar væl frá byrjan, men í 1. og 2. setti vann Ongland leiðsluna aftur og vann seg 4-5 stig framum. Ensku genturnar hava havt eina skuffandi kapping, og vóru tí sera uppsettar til júst henda dystin. Tað vístu tær allan dystin, og ikki minst í 1. settinum, sum tær vunnu við størsta muninum. 2. sett var javnari, men talan var um eina enska leiðslu, sum onkuntíð varð útlíknað, men ongantíð meira enn tað.

Anna Larsen
Føroysku genturnar stríddust nógv í seinasta settinum og góvu alt tær áttu. Tær vunnu seg fram til settbólt við støðuna 24-23, men tað rakk tó akkurát ikki. Hetta settið svingaði aftur og fram millum liðini, men bjargingin hjá Føroyum kom av beinkinum. Í 2. og 3. setti kom Anna Larsen úr ÍF á vøllin. Hon kom inn at serva, og tað kann ikki annað sigast, enn at tað gjørdi stóran mun, tí í báðum settunum var hetta júst tá ið Føroyar vóru um at missa sambandið við Ongland. Servurnar lógu so væl, at ensku genturnar fingu ikki móttøkurnar upp til nakað sum helst, og Føroyar vunnu nøkur løtt stig í heilt avgerandi løtu. Anna Larsen var tí mest avgerandi einstaki leikarin í dystinum, hóast hon ikki spældi so nógv.

Vónbrot hjá dreingjunum
Ísland vísti seg í dag at gerast ein ov stórur biti hjá føroysku U19 dreingjunum. Føroyska spælið var als ikki so gott, sum tað var í serliga innleiðandi bólkaspælinum, tá ið dreingirnir í fleir førum rættiliga bitu frá sær. Seinastu tveir dystirnar hava dreingirnir ikki funnið tað spælið fram aftur, og úrslitini hava verið hareftir. Ísland streyk avstað við einum rættiliga sannførandi 3-0 sigri.

U19 Dreingir: Føroyar – Ísland 0-3 (10-25, 15-25, 20-25)
U19 Gentur: Føroyar – Ongland 0-3 (21-25, 23-25, 24-26)

Myndin omanfyri: Anna Larsen, sum servaði Føroyar inn í dystin