U19 manslandsliðið úttikið

Seinasta U-landsliðið hjá Flogbóltssambandi Føroya er nú úttikið. Talan er um U19 landsliðið hjá dreingjum. 

Úttiknu leikararnir eru úr 4 feløgum, og best umboðað er Fleyr við 5 leikarum. 

Úttiknir eru:

Fleyr: Niels Niclasen, Jóhan Arni Elisson Wang, Uni Jacobsen, Bjarni Petersen, Dávið Hentze

ÍF: Hjørtur Sólstein, Ingálvur Olsen, Tróndur H Hansen

SÍ: Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen

TB: Gudmund Vestergaard Larsen


U19 landsliðini skulu til Onglands at kappast í NEVZA-kappingini, sum verður hildin í Kettering frá 26. - 31. oktober. 

Venjarar hjá U19 dreingjaliðnum eru Kristian Mikkelsen og Magnar Kári Vang
 

Myndin omanfyri er av U20 landsliðnum, sum var til EM-kapping í fjør.