U19 gentur: Taptu fjórðingsfinaluna fyri Onglandi

U19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, hava í dag spælt fjórðingsfinalu ímóti Onglandi.
 
Tað gekst ikki eins væl sum í gjár, tá tær vunnu á Íslandi - í dag taptu tær 3-0 við settúrslitunum 18-25, 18,25 og 15-25.
 
Liðið skal spæla ein dyst afturat í kappingini, og er hesin ímóti Íslandi. Hetta er samstundis dysturin um 5. plássið. Dysturin byrjar klokkan 10.00.
 
Allir dystir verða stroymdir á:
https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
(Stroymingin kostar tó. Beinleiðs stroymingin frá hvørjum dysti kostar £5, og endursendingarnar kosta £2.50)