U17 og U19 úttøkuvenjing

Til umboðsfólkini!

U17 og U19 úttøkuvenjing

Sunnudagin 11. september verða fyrstu úttøkuvenjingarnar til U17 og U19 landsliðini hjá gentum og dreingjum. Hetta er fyrireiking til Nevza-kappingarnar.
 
U17 liðini skulu til Ikast í Danmark í døgunum 16. – 21. oktober í 2016, og U19 liðini skulu til Kettering í Onglandi í døgunum 26. – 31. oktober í 2016.
 
Hesar fyrstu úttøkuvenjingarnar verða í Gundadalshøllini nú sunnudagin 11. september. Vant verður soleiðis:
 
U17/U19  dreingir venja frá kl. 12.15 – 14.30
U19 gentur venja frá kl. 14.30 – 16.45
U17 gentur venja frá kl. 16.45 – 19.00

Møtið stundilsiga!
 
U17-aldur hava gentur og dreingir, ið ikki eru fylt 18 ár 1. januar í 2017
U19-aldur hava gentur og dreingir, ið ikki eru fylt 20 ár 1. januar í 2017
 
Úttøkuvenjingar verða aftur leygardagin 17. september. Eftir hetta verða uml. 20 leikarar tiknir út til víðari venjigar, sum verða sunnudagin 18. September og framyvir.  


Venjararnir

Eru ivamál ella spurningar, kunnu tit skriva til Magnus Tausen á: magnus(KURLA)skulin.fo ella ringja tlf. 555 029.


Vinaliga
Magnus Tausen