U17 NEVZA 2023: Dystarskrá, frásagnir og úrslit

Dystarskrá, frásagnir og úrslit o.a. frá U17 NEVZA 2023

U17 gentur: 
Bólkur A: Danmark, Noreg, Ísland
Bólkur B: Føroyar, Finnland, Ongland

U17 dreingir: 
Bólkur A: Danmark, Noreg, Ísland
Bólkur B: Føroyar, Finnland, Ísland


U17 gentur - dystarskrá, úrslit, støða o.a.:
https://www.cev.eu/national-team/age-group-championships/u18w-2024/zonal-1st-round/#nevza

U17 dreingir - dystarskrá, úrslit, støða o.a:
https://www.cev.eu/national-team/age-group-championships/u18m-2024/zonal-1st-round/#nevza


Facebooksíðan fyri U17 NEVZA 2023
https://www.facebook.com/nevzau17




18/10 - 2023, 3. dagur:
U17 NEVZA 2023, gentur og dreingir:


Bæði føroysku liðini taptu í morgun fyri Íslandi í dystunum um 5./6. plássið. Ljóspunktið, var settið, sum genturnar vunnu á Íslandi:

U17 NEVZA 2023, gentur
Dystur um 5./6. plássið:

Føroyar – Ísland 1-3 (8-25, 25-22, 19-25, 14-25)

U17 NEVZA 2023, dreingir
Dystur um 5./6. plássið:

Føroyar – Ísland 0-3 (18-25, 15-25, 12-25)
 




17/10 - 2023, 2. dagur:
U17 NEVZA 2023, gentur:

Fjórðingsfinala: 
Noreg – Føroyar 3-0 (25-22, 25-6, 25-15)


Fyrsta sett glapp okkum av hendi eftir 18-12 leiðslu

Um bitin varð kannaður, fyrr enn hann var svølgdur, fara vit ikki at siga, men í hvussu er tóktist bitin væl og virðiliga tugdur, tá Føroyar fóru frá 12-10 upp á 17-10. Noreg kom tó sterkt aftur og javnaði til 19-19 og fór framum. Føroyar løgdu seg aftur á odda 21-20, men tað var síðstu ferð, Føroyar  vóru frammanfyri, og Noreg vann settið 25-22.

Um tað var vónbrotið, sum hevði skyldina av gongdini í øðrum setti, skal vera ósagt, men frá at støðan var 2-1 til okkara, vann Noreg 14 stig á rað og legði seg á odda 15-2. Føroyar fingu fýra stig aftrat og taptu 25-6.

Heldur frægari var fyrstu løtuna í triðja setti, men so vann Noreg aftur átta stig í einum háli og fór frá 8-5 til 16-5. Hesin munurin helt sær restina av settinum, sum Noreg vann 25-15.

Fyri Føroyar vann Arina Joensen flest stig við sjey fyri fimm smassj, ein blokk og eitt serviess. Ranja Magnussen hevði trý serviess. 

Ósigurin merkir, at vit í morgin kl. 10:30 (føroyska tíð) spæla ímóti Íslandi um 5./6. plássið. Ísland tapti sína fjórðingsfinalu ímóti Onglandi í dag:  Ongland – Ísland 3-0 (25-16, 25-18, 25-16). 

Í bólkaspælinum vóru úrslitini hjá Íslandi hesi: 
Ísland – Noreg 0-3 (14-25, 20-25, 23-25)
Noreg – Ísland 3-1 (25-16, 20-25, 25-9, 25-14)

*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*

17/10 - 2023, 2. dagur:
U17 NEVZA 2023, dreingir:

Fjórðingsfinala: 
Noreg – Føroyar 3-0 (25-13, 25-18, 25-14)

Fyrsta helming av fyrsta setti hildu vit okkum innanfyri ein mun uppá fýra, og soleiðis gjørdist støðan 12-8 til Noreg, men so øktist munurin; ikki minst tá Noreg vann sjey stig á rað frá 15-10 til 22-10, áðrenn settið var tryggjað við 25-13.

Væl frægari gekst í øðrum setti, har vit hildu fast til 12-14. Tá samanum kom, hevði Noreg vunnið við sjey stigum, 25-18.

Í triðja setti var munurin størri aftur, og Noreg vann 25-14. 

Hjá Føroyum vóru Lukas Poulsen (eitt smassj, ein blokk og tvey serviess) og Hákun Nón (fýra smassj), við fýra stigum í part, toppskorarar. 

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar spæla um 5./6. plássið ímóti Íslandi í morgin kl. 8.30 føroyska tíð. 

Ísland tapti sína fjórðingsfinalu ímóti Onglandi í dag. Ongland – Ísland: 3-0 (25-22, 25-17, 25-17).

Í bólkaspælinum vóru úrslitini hjá Íslandi hesi:
Danmark – Ísland 3 - 0 (25-23, 25-11, 25-18)
Noreg – Ísland 3-0 (25-16, 25-19, 15-25, 25-13)
 




16/10 - 2023, 1. dagur:
U17 NEVZA 2023, gentur:
Úrtøkan í dag var eitt sett, sum kom ímóti Onglandi. Men Føroyar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist í hvussu er at fáa dystin út í fimm sett.

Ongland – Føroyar 3-1 (25-17, 25-11, 23-25, 27-25)
Genturnar komu afturum 5-0 í fyrsta setti, og hetta gjørdist strævið at vinna innaftur. Tó minkaðu Føroyar um munin til 11-13 og 15-17, men eftir hetta fingu Føroyar bert tvey stig aftrat og taptu 17-25.
Í øðrum setti varð munurin aftur 5 stig mest sum beinan veg, men hesa ferð høvdu Føroyar einki aftursvar, og munurin bara vaks, til Ongland hevði vunnið 25-11.

Í triðja setti vóru aðrir bollar komnir í súpanina. Í fyrstani hevði Ongland hug at leggja seg framum við einum og tveimum, men Føroyar svaraðu aftur hvørja ferð, og við støðuna 8-9 vunnu Føroyar sjey bóltar á rað og løgdu seg á odda 15-9. Men spenningur kom aftur í settið og Ongland javnaði til 17-17. Púra javnt var næstu løtuna og støðan gjørdist 18-18, 19-19, 20-20, 21-21, 22-22 og 23-23, tá Føroyar so vunnu tvey stig aftrat og tryggjaðu sær settið 25-23.

Tó bendi lítið á spenning, tá Ongland legði seg á odda 6-1, 15-8 og 20-11 í fjórða setti. Men so løgið tað ljóðar, var tað kortini um hár gjørt, at Føroyar ikki vunnu settið og fingu tvingað dystin út í fimm sett, tí Føroyar javnaðu til 24-24 eftir at hava yvirlivað tríggjar dystarbóltar. Føroyar yvirlivdu enn ein dystarbólt við støðuna 24-25, men so gekk ikki meira, og Ongland vann 27-25.

Fyri Føroyar vann Elisabeth Nattestad 17 stig – 16 av teimum við smassjum og tað eina við serviessi. 

Besti blokkleikari í dystinum var Sólbjørg Johnsdóttir við fýra blokkum – tað sama sum enska Eve Nelson.

Tær ensku høvdu tann fyrimun, at tær sluppu at sova leingi í morgun og møttu úthvíldar til dystin. Slíkt luksus høvdu tær føroysku ikki, tí longu kl. 8 lokala tíð spældu Føroyar fyrra dystin á degnum sum var ímóti sterka finska liðnum.  

Finnland – Føroyar 3-0 (25-9, 25-14, 25-12)
Vanliga er Finnland ikki við í U17 NEVZA, men hesa ferð eru finnarnir við aftur, og vit vita, at teirra lið eru altíð krútsterk. Tað síggja vit eisini á settúrslitunum. 
Elisabeth Nattestad og Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir vunnu Føroyum flest stig við trimum í part. 

Í morgin kl. 9 føroyska tíð spæla Føroyar fjórðingsfinalu ímóti nr. 2 í bólki A, sum verður antin Noreg ella Ísland. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir so aftur hálvfinalu sama dag. Taparin spælir plaseringsdyst mikudagin. 

--------

Finnland - Ongland 3-0 (25-12, 25-11, 25-11)
 




16/10 - 2023, 1. dagur:
U17 NEVZA 2023, dreingir:

Føroyar  – Ongland 1-3 (21-25, 26-24, 16-25, 18-25)

Tað eydnaðist ikki Føroyum at vinna á Onglandi, eins og gjørt var í fjør. Føroyar vunnu annað sett 26-24, men hini trý vann Ongland sannførandi. 

Finnland – Føroyar 3-0 (25-13, 25-14, 25-7)
Kl. 17 spældu Føroyar seinna dystin í dag, sum var ímóti Finnlandi. 

Leingi var tað heiðurligt í fyrsta setti, sum tað eitur, men frá 10-8 vann Finnland átta stig á rað, áðrenn settið varð vunnið 25-13. 

Í øðrum setti gjørdist 8-4 til 16-6 til Finnland, og tá settið var lokið, vóru 11 á muni, 25-14. 

Tað gjørdist uppaftur stravnari í triðja setti, hóast tað gekk væl fyrstu løtuna, har støðan gjørdist 5-5. Men so vann Finnland 15! stig á rað og legði seg á odda 20-5, áðrenn settið varð vunnið 25-7.

Matheo Eystberg var toppskorari fyri Føroyar við trimum stigum. Lukas Poulsen og Hákun Nón fingu hvør síni tvey.

Í morgin spæla dreingirnir fjórðingsfinalu ímóti nr. tvey í  bólki A, sum verður antin Noregi ella Danmark. Vinnarin spælir síðani hálvfinalu sama dag. Mikudagin verða 

----

Finnland - Ongland 3-0 (25-12, 25-14, 25-10)