Sviar ov sterkir til endans

U17 Nevza-kappingin: Føroyar – Svøríki 1-3 (25-23, 19-25, 19-25, 17-25)

Eftir ósigurin í morgun skuldu føroysku dreingirnir royna at reisa seg. Mótstøðuliðið var Svøríki.

Fyrstu bæði settini vóru sera jøvn og spennandi. Føroysku dreingirnir høvdu funnið stevið eftir nakað av einum vónbroti í fyrsta dystinum. Og hóast nógv stóð á, eydnaðist tað okkara dreingjum at vinna fyrsta settið við minst møguligum muni. 

Gongdin var tann sama í 2. setti, men tað sást, at svenska liðið var gott. Serliga vóru servurnar skarpari, og okkara dreingir høvdu trupult við at koma upp á javnt. Settið koppaði til sviar, sum at enda drógu frá og vann 25-19, og so vóru liðini komin líka langt.

Eftir hetta mugu vit bara siga, at sviar høvdu eitt hægri gear enn vit, í servu, álopi og kanska ikki minst blokki. 

Hóast framgongd, standa dreingirnir við ongum stigi, nú fyrsti dagurin er leiktur. Næsti dystur á skránni hjá okkara dreingjum er ímóti Danmark í morgin kl. 9.00, og hann sæst her: 
https://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

Besti leikari hjá Føroyum: Hjørtur Joensen (á myndini ovast)


Føroyska U17 landsliðið (nøvnini eru ikki sambært uppstillingini á myndini):
Bjarni Joensen, Julian Vest Niclasen, Jógvan Kári Birgirsson, Hjørtur Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Niklas Hallgren Niclassen, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Mattias Nolsøe Isaksen, Hørður Joensen