Genturnar vunnu á Noregi - eru í hálvfinaluni!

U17 NEVZA-kappingin: Noreg – Føroyar 2-3 (25-21, 25-20, 20-25, 22-25, 7-15)

Tá ið tú ert 2-0 aftanfyri í flogbólti, er bara eitt at gera. Vinna 3 tey næstu settini. Tað er lættari sagt enn gjørt, men føroysku U17 genturnar megnaðu júst tað ímóti Noregi í dag.

Runnu leingi aftaná
Føroysku genturnar høvdu tað alt annað enn lætt fyrst í dystinum. Tær máttu kempa seg upp, og komu upp á liðina av Noregi nakrar ferðir, men vunnu seg ikki framum. Og eisini í 3. setti vóru genturnar undir stórum trýsti og komu langt afturum, og tað sá svart út. Men miðskeiðis í settinum var javnt, og so hugdu okkara gentur ikki afturum seg aftur. Til stuttleika kann nevnast, at síðstu løtuna í 3. setti, tá ið alt koppaði føroyska vegin, átti SÍ allar leikararnar á vøllinum. SÍ vann á Noregi! 

Sterkt liðavrik
Føroysku genturnar kempaðu sera væl í hesum dystinum. Tær vístu framúr stríðsvilja, og tá ið dysturin koppaði føroyska vegin, tóktust okkara gentur hava leikliga yvirtakið og bara vuksu og vuksu. Servurnar gjørdust skarpari, og genturnar tordu í avgerandi løtum. Til seinast var talan um greiðan sigur, tí síðsta settið endaði 15-7 til Føroyar. 

Talan var um liðavrik, men skulu tvær takast fram, eru tað Eva Gunn Niclasen og Malan Maria í Haraldstovu Weihe (á myndini ovast). Tær eru rættiliga komnar fyri seg, og tað er gott fyri Føroyar!

Mikudagin kl. 18.00 spæla føroysku U17 genturnar hálvfinalu. Sum bólkavinnarar sleppa tær beint í hálvfinaluna. Hálvfinalan verður at síggja her: http://www.volleytv.dk/

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum beint eftir 3-2 sigurin á Noregi
Ovast frá vinstru: Inga Helena Henriksen, Sofía Weihe Simonsen, Eva Gunn Niclasen, Barbara Káradóttir, Milja Silvansdóttir, Janna Falkvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.
Niðast frá vinstru: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Sára Vatnhamar, Katrina Josefina Eliasdóttir, Vár Rajani Færø, Jakobina Joensen.