Dreingirnir hava tað trupult

U17 Nevza-kappingin, Danmark – Føroyar 3-0 (25-16, 25-12, 25-10)

Føroysku dreingirnir hava havt eina trupla kapping hesaferð. Dysturin í gjár ímóti Svøríki var góður, men endaði hóast tað við ósigri. Í dag var helst sterkasta liðið hinumegin, tá ið okkara dreingir skuldu leika ímóti Danmark. Føroysku dreingirnir megnaðu ongantíð at hótta Danmark. 

Mugu byggja upp
Viðhvørt mugu vit bara staðfesta, at mótstøðan er ov sterk, og at hitt liðið er betri. Tað var støðan í dystinum í dag. Danmark var bara sterkari Og tað er so tað. Hóast allir dystirnir higartil eru taptir, er nógv at spæla fyri, so tað er ikki at falla í fátt. 

Nú er hjá dreingjunum at løða upp til seinastu innleiðandi dystirnar, sum eru í morgin. Fyrst ímóti Onglandi kl. 10.00, og so ímóti Noregi kl. 18.00. Dystirnir síggjast her: https://www.volleytv.dk

Bjarni Joensen
Ein ungur maður, ið hevur víst seg frá síni allar bestu síðu, er 15 ára gamli Bjarni Joensen úr SÍ (á myndini ovast). Stóribeiggin Hjørtur er longu ein av profilunum í Meistaradeildini hjá monnum, hóast hann framvegis er á U17 landsliðnum. Bjarni var aftur ímóti Danmark besti maður á vøllinum. Honum fara vit at hoyra nógv frá í framtíðini, hevur hann lív og heilsuna.