NEVZA U17: Genturnar vunnu greitt

Nevza-kappingin: Føroyar – Grønland 3-0 (25-7, 25-7, 25-8)

Føroysku genturnar byrjaðu bólkaspælið í morgun. Í okkara bólki eru Ísland, Grønland og Noreg.
 
Fyrsta mótstøðuliðið var Grønland, sum aftur í ár er við í kappingini. Grønlendsku genturnar hava framvegis nógv av læra, men føroysku genturnar fóru til uppgávuna ógvuliga miðvíst, og hóast nógvar skiftingar vóru á liðinum, og tríggjar sluppu at royna seg fyri allar fyrstu ferð, var ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið. 

Føroyar vunnu dystin greitt 3-0.

Kl. 16.00 í dag verður mótstøðan helst nakað harðari, tí tá skulu genturnar dystast ímóti Íslandi, sum fyrr í dag tapti tepurt fyri Noregi 3-2. Tann dysturin sæst her: http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a?

Besti leikari: Vár Rajani Færø (á myndini ovast)