U17 NEVZA 15. - 18. oktober 2018:
Norskt dreingjagull | Finskt gentugull

Myndin er av føroyska dreingjalandsliðnum, sum vann bronsu. Aftast frá vinstru: Andreas Zachhau (hagtøl), Hans Simonsen (hjálparvenjari), Julian Vest Niclasen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen, Jónfinnur Jógvansson Hansen, Tórur Paulason, Jón Weihe Simonsen og Rajko Petrovic (venjari). Fremst frá vinstru: Bjarni Joensen, Dávið Hentze, Mattias Nolsøe Isaksen, Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen, Hørður Joensen og Silas Poulsen.


U17 NEVZA dreingir
Norsku dreingir, sum í hálvfinaluni fingu skarpan gang frá Føroyum, vunnu í dag gullið í sera spennandi finalu ímóti Finnlandi. 

Einki bendi tó á at norðmenn skuldu vinna, tí í fyrsta og øðrum setti vórðu teir snøgt sagt hølvaðir av 25-7 og 25-10. 

Men triðja settið vann Noreg 26-24 og fjórða 25-18, og við 15-13 í javnbrótaranum, tryggjaði Noreg sær gullið frammanfyri nipnu finnunum, sum í innleiðandi bólkaspælinum høvdu smurt Noreg av 3-0 við settúrslitunum 27-25, 25-15 og 25-12. 

Endaliga støðan í dreingjakappingini:
Nr. 1 Noreg
Nr. 2 Finnland
Nr. 3 Føroyar
Nr. 4 Svøríki
Nr. 5 Danmark
Nr. 6 Ísland
Nr. 7 Ongland



U17 NEVZA gentur
Í gentukappingini var tað Finnland, sum vann gullið við 3-1 sigri á Danmark. 

Eftir at Danmark vann fyrsta settið 25-16, var stóru munur á næstu tveimum settunum, sum Finnland vann 25-18 og 25-14.

Í fjórða setti stóð á gomlum nøglum, men Finnland vann at enda 27-25.

Endaliga støðan í gentukappingini:
Nr. 1 Finnland
Nr. 2 Danmark
Nr. 3 Noreg
Nr. 4 Føroyar
Nr. 5 Ongland
Nr. 6 Svøríki
Nr. 7 Ísland
Nr. 8 Grønland



Á facebooksíðuni hjá U17 NEVZA eru flestu upplýsingar tøkar, so sum úrslit og dystarskrá.