U17 EM: Danmark-Føroyar 3-1 | Føroyar-Svøríki 0-3

Eftir at U17 dreingirnir í U17 NEVZA kappingini í oktober tvær ferðir vunnu á Svøríki, og eisini endaðu kappingina frammanfyri Danmark, vóru onkrar vónir um, at góðu úrslitini kundu endurtakast í U17 EM-kappingini eisini, men so skuldi ikki vísa seg at verða. 

Og hóast føroysku U17 dreingirnir fegnaðust um vinna eitt sett móti Danmark, so iðra teir seg kortini um at bæði Danmark og Svøríki í flestu settum ov ofta høvdu langar røðir við bæði bæði 7 og 10 stigum upp í slag.  

Danmark - Føroyar 3-1 (25-12, 25-18, 25-22, 25-17)
Fyrri dysturin leygardagin var ímóti Danmark, sum í fyrsta settinum vann 10 bóltar á rað og fór frá 9-7 upp á 19-7, og so var tað settið avgjørt.

Í øðrum setti gekk á sama hátt, har Danmark, eftir at hava tapt fyrsta bóltin, síðani vann teir næstu 9, og so var longu mótbrekka fyri føroyingarnar. Hóast teir minkaðu um munin til 10-13 og 16-19, so var munurin ov stórur, og Danmark vann settið 25-18.

Men eftir ringu byrjanina høvdu okkara dreingir sæð, at tað bar til, og sjón fekst fyri søgn í triðja setti. 

Eftir eina javna byrjan løgdu Føroyar seg framum  12-6, men spakuliga át Danmark burturav leiðsluni, og brádliga var javnt við 15-15. Og aftur við 20-20 og 21-21. Men okkara hildu høvdið kalt og vunnu 25-22.

Eftir 5-5 í fjórða settinum dró Danmark spakuliga frá og kom upp á 13-6, og hóast Føroyar bardu seg uppaftur á 13-15, so gjørdist tað ov møtimikið, og Danmark dró frá aftur og vann settið 25-17. 

Føroyar-Svøríki 0-3 (12-25, 16-25 17-25)
Hóast Svøríki hevði vunnið á Danmark fríggjadagin, so vóru kortini vónir, grundaðar á sigrarnar á svium í oktober, sum áður nevnt, men so skuldi kortini ikki vísa seg at verða hesaferð.

Frá støðuni 6-3 í fyrsta setti vann Svøríki teir næstu 7 bóltarnar upp í slag og legði seg á odda 13-3, og so beið ikki bøtur bøtur í hesum settinum, sum Sviar vunnu 25-12.

Í øðrum setti var púra javnt til  12-12, men so høvdu sviar enn eina røð og løgdu seg á odda 17-12, og hóast Føroyar minkaðu um munin niður í 15-18, so vann Svøríki aftur 6 bóltar á rað og settið 25-16.

Triðja settið var meinlíkt tí undanfarna. Eftir 14-14 mistu Føroyar takið, og við tveimum serium uppá  3 og 5 stig, lupu svensku dreingirnir uppá 22-15, áðrenn teir vunnu settið 25-17 og dystin 3-0.

Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí sunnudagin møta Føroyar aftur Danmark í dystinum um triðja plássið, sum gevur atgongd til annað umfar í EM-kappingini. 

Dysturin um triðja plássið millum Danmark og Føroyar byrjar kl. 10.00 og sæst á Youtube her

Finalan millum Finnland og Svøríki verður spæld kl. 13.00 og sæst á Youtube her.