U17 dreingir: úttøkuvenjing 2. september; EM kapping í Finnlandi

Sunnudagin 2. september verður skipað fyri felags úttøkuvenjing fyri U17 dreingir, sum skulu til EM-kapping í Finnlandi 10. - 14. januar 2019 – ikki at blanda við U17, sum fer til Nevza-kapping – hetta er ein yngri árgangur.
 

Venjingin verður í Høllini í Kollafirði klokkan 13.00 til 15.30.

Aldursbólkur: føddir 1. januar 2003 ella seinni.

Vinaliga sendið okkum nøvn á teimum, sum koma til venjing, og eisini nøvnini á teimum, sum møguliga ikki kunnu koma til hesa venjingina.

Venjarar eru Magnar K. Vang og Rógvi Nielsen.

Eru spurningar, so skriva tit bara til okkum.