Tríggjar av høvuðssøgunum á CEV úr Føroyum

Hóast lítlar og fjarskotnar, so gevur tað afturljóð kring Evropa, tá Føroyar skipa fyri altjóða flogbóltskappingum, tí í dag eru ikki færri enn tríggjar av høvuðssøgum á heimasíðuni hjá evropeisku flogbóltssamgonuni CEV frá EM-undankappingini í Føroyum í hesum døgum.

Heimasíðan hjá CEV er á www.cev.eu

Ein av søgunum er frá fjórðings- og hálvfinalu-umfarinum leygardagin, sum kann lesast her
Ein onnur søga er um bólkaspælið fríggjadagin, sum kann lesast her.
Og triðja søgan er um Kópakonuna, sum bestu leikararnir í kappingini fáa eina mini-standmynd av. Tað kann lesast her