Innbjóðing til Tórshavnarmeistaraheitið í Flogbørnum fyri 2., 3. og 4.flokk

Flogbóltsfelagið Fleyr bjóðar til Tórshavnarmeistaraheitið í Flogbørnum.

Flogbørn er eitt spæl fyri næmingar í 1. til 5. flokki. Meira enn 400 børn spæla Fløgbørn í Flogbóltsfeløgunum í Føroyum. Danskir ítróttarlærarar hava kosið Flogbørn til heimsins besta bóltspæl fyri børn, og hvørt ár luttaka 40.000 børn í skúlakappingum í Danmark. Fleyr fer nú at royna at gera Flogbørn líka væl umtókt í Føroyum.


Bjóðað verður til Tórshavnarmeistaraheitið i Flogbørnum fyri 2., 3. og 4. flokkar:

Dato: 2. flokkur hósdag 29. september og 3. + 4. flokkur fríggjadag 30. september

Tíð: Báðar dagar frá 9.00 – 12.00

Stað: Hoyvíkshøllin

Í kappingini verður spælt á torleikastigi 1
Tað hevur ongan týdning, um tit og næmingarnir ikki kenna til Flogbarnaspælið frammanundan. Spælið er lætt at spæla, og vit læra tað skjótt í felag, tá tit koma til kappingina. So meldið tykkum bara til. Vit spæla á torleikastigi 1. Her verður bólturin kastaður yvirum netið. Leikararnir rotera eftir hvørt kast. 3 loftaðir bóltar upp í slag fría ein ”deyðan” leikara. 3. og 4. flokkur byrja spælið við at serva. 2. flokkur byrjar spælið við einum undirhondskasti.

Vit vænta, at lærararnir, sum eru við flokkunum, luttaka aktivt sum vallaleiðarar, og eru til staðar alla kappingina.

Hjálp til at spæla Flogbørn
Eftir førimuni koma vit fegin framvið í ítróttatímunum hjá børnunum og vísa, hvussu Flogbørn verður spælt. Tað er sum áður sagt als ikki neyðugt, at tit duga spæli áðrenn til koma til kapping, tí vit læra tað saman, tá ið kappingin verður, men tit eru væl komin at seta tykkum í samband við okkum.

Spurningar Hava tit spurningar, ella ynskja tit at bíleggja ein royndartíma í Flogbørnum til flokk tykkara, so er bara at seta seg í samband við Peter Morell: flogborn@fbf.fo ella á tlf. 251072.

Skrá fyri báðar dagar
9.00 - 9.30 Øll møta í høllini í ítrottaklæðum. Frágreiðing um Flogbørn og spælið verður víst. Havið matpakka við!

9.30 – 10.30 Vit spæla Flogbørn á Torleikastig 1 10.30 -10.50 Steðgur har børnini kunnu eta egnan matpakka

10.50- 11.50 Vit spæla Flogbørn 11.50- 12.00 Felags endi og heiðursmerkjahandan

Virðisløn:
Steyp og heiðursmerki eru til vinnandi flokkin.

Soleiðis tekna tit tykkum:
Tekning er seinast fríggjadagin tann 23. september á telduposti til Peter Morell: flogborn@fbf.fo har tit skriva:

  • Skúla

  • Hvørjir flokkar er teknaðir. T.d. 3.a (um fleiri flokkar eru tilmeldaðir)

  • Hvussu nógvir næmingar eru í flokkinum (eru fleiri flokkar, so næmingatal fyri hvønn flokk)

  • Kontaktlærari: Navn, tlf. nummar og teldupost