Innbjóðing til flogbarnakapping hjá Fleyr

Vælkomin til Flogbarnakapping

Til flogbóltsfeløgini

Seinasta Flogbarnakappingin í ár verður leygardagin 20/03 2021.

Kappast verður í aldursbólkunum level 0, lev.1, lev.2, lev.3, G12 og D12 og spælt verður í høllunum á Hálsi og ítróttarhøllini í Kollafirði.

Luttøkutreytir:
Tilmelding skal vera Fleyr í hendi innan 12.mars 2021 kl. 18:00 og skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo

Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum.
Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið.

Gjaldast skal á kontu í BankNordik: 6460 – 179.646.3 áðrenn kappingin byrjar.

Tit frætta nærri, tá ið kappingin er løgd. Vit miða eftir, at skráin fyri kappingina er klár mánadagin, áðrenn kappingarnar byrja.

Broytingar verða treyðugt gjørdar, aftaná at tilmeldingarfreistin er úti.

Talið fyri, hvussu nógv kunnu samlast í bólki, er nú 200, og kappingin verður løgd, so hetta lætt kann yvirhaldast. Kunning um møguligar avmarkingar í mun til avvarðandi pr. leikara o.s.fr. kemur, tá kappingin er løgd. Vit mæla tó øllum til at halda gott reinføri til kappingina.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at skriva á telduposti: fleyr@fleyr.fo

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum.

Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr