Tilnevningarnar til ársins bestu 2022

Henda dag, 7. apríl 2001, var fyrsta flogbólts-gallaveitslan hildin; veitslan var í HB-húsinum í Havn. Og á fyrsta sinni vóru ársins flogbóltsleikarar kosnir.

Fyrsta heiðurin sum ársins leikari hjá kvinnum fekk Helga Nordendal úr Drátti. Heiðurin hjá monnum fekk Boban Ilic úr ÍF. Boban er framvegis partur av ÍF-liðnum, men nú sum venjari. 

Nú, 21 ár og tveir dagar seinni, er aftur gallaveitsla á skránni – hesaferð í Kollafirði leygardagin kl. 18. Og aftur fara ársins leikarar at verða kosnir. Tað eru liðformenn og venjarar, sum kjósa ársins leikarar fyri 21. ferð. Í 2020 vóru ársins leikarar ikki kosnir; hetta av koronustøðuni. 

Tey tilnevndu til ársins leikarar og ársins nógv aftrat og ársins dómara í Føroya Tele-deildini eru hesi (nevnd í bókstavarað og ikki eftir atkvøðum):

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

🏅Ársins leikari
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr
Juliia Kuvshinova, SÍ
Sarah Frings, Fleyr

🏅Ársins hevari
Guðrun L. Joensen, KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr
Janna Falkvard, SÍ

🏅Ársins blokkleikari
Sarah Frings, Fleyr
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna S. Ludvig, Fleyr

🏅Ársins álopsleikari
Anja Danielsen, Fleyr
Juliia Kuvshinova, SÍ
Sarah Frings, Fleyr

🏅Ársins verjuleikari
Jakobina Joensen, KÍF
Kristina Knudsen, Fleyr
Tórfríð Tavsen, Dráttur

🏅Ársins stjørnuskot
Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Henrikka Jacobsen, Dráttur
Marta Fagraklett, KÍF
Ranja J. Magnussen, TB

🏅Ársins venjari
Arthur D. Poulsen, TB
Rajko Petrovic, SÍ
Tyler Frings, Fleyr

--------

Føroya Tele-deildin, menn:

🏅Ársins leikari
Cristian Imhoff, Mjølnir
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Vukasin Nedeljkovic, ÍF

🏅Ársins hevari
Julian Vest Niclasen, SÍ 
Niels Niclasen, Fleyr 
Thorvald Danielsen, Mjølnir

🏅Ársins blokkleikari
Cristian Imhoff, Mjølnir
Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Tyler Frings, Fleyr

🏅Ársins álopsleikari
Cristian Imhoff, Mjølnir
Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Vukasin Nedeljkovic, ÍF

🏅Ársins verjuleikari
Filip Ilic, ÍF
Mileta Vesovic, SÍ 
Silas Poulsen, SÍ

🏅Ársins stjørnuskot
Bjarni Joensen, SÍ
Silas Poulsen, SÍ
Vuk Ilic, ÍF

🏅Ársins venjari
Cristian Imhoff, Mjølnir
Rajko Petrovic, SÍ
Trygvi á Brekkukletti, Ternan

--------

🏅Ársins dómari í Føroya Tele-deildini hjá monnum og kvinnum:
Bojan Drobnjak
Dávið Hentze
Randi Larsen

--------

Tað eru venjarar og liðformenn hjá liðunum í Føroya Tele-deildunum, sum velja.

--------

📷Myndin er av Helgu Nordendal úr Drátti, sum í 2001 var fyrsti leikari at verða valdur til ársins leikara í flogbólti. Boban Ilic úr ÍF, sum var valdur til ársins leikara hjá monnum, var burturstaddur hetta veitslukvøldið, og tí er ikki mynd av honum.