Stroyming, Meistaradeild kvinnur:
Dráttur-SÍ í Flogbóltsvarpinum 13. mars kl. 14

Eitt sett tryggjar Drátti finalupláss – tvey skot eru í byrsuni

Dráttur - SÍ, MK - í Flogbóltsvarpinum leygardagin kl. 14.00:

https://youtu.be/_RI75Tpvo6E

Hóast Dráttur er seks stig frammanfyri Fleyr í dystinum um FM-finaluplássið, nú tveir dystir resta í, so kenna tey seg í Drátti neyvan heilt trygg við støðuna, tí írestandi dystirnir eru truplir, og tí livir Fleyr enn í vónini.

Men matematikkin um finaluplássið er rættiliga einføld: Vinnur Dráttur bert eitt sett í sínum írestandi dystum, so kann Fleyr ikki taka Drátt aftur, sama um Dráttur kortini tapir dystirnar . Og vinnur Fleyr ikki 3-0 í sínum báðum dystum, so gerast tær ov stuttar undir øllum umstøðum.

Tann fyrri av dystunum hjá Drátti er ímóti SÍ, sum ongan dyst hevur tapt í ár. Tapir Dráttur 3-0, so er framvegis einki avgjørt um finaluplássið, um Fleyr vinnur 3-0 á TB sunnudagin. So fellur avgerðin ikki fyrr enn á seinasta leikdegi.

Tá skal Dráttur um Suðuroyarfjørð at spæla ímóti TB, og hetta kann gerast ein lumpin dystur – serliga um finalu-nervar eisini koma í spæl – tí Dráttur hevur snávað ímóti tvørakvinnum fyrr í kappingarárinum, tá TB vann 3-1 á Giljanesi.

Men setningurin hjá Drátti verður aftur tá “einans” at vinna eitt sett, tí tá bíður ikki bøtur hjá Fleyr, sum bert kann skrykkja finanaluplássið frá Drátti, um Dráttur tapir 3-0 – og Fleyr samstundis vinnur sín seinasta dyst 3-0 á KÍF í Kollafirði.

Hetta siga kappingarreglurnar:

Grein 12
g) Um javnt er í stigum, er hægstljóðandi settmunur avgerandi. Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur.

Av innanhýsis dystunum hevur Dráttur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti Fleyr.

-----------

Meistaradeild kvinnur: 

Ley 13-03-21 Mjølnir KÍF Badmintonhøllin Kl. 16.00
Ley 13-03-21 Dráttur Giljanes Kl. 14.00
Sun 14-03-21 Fleyr TB Gundadalshøllin Kl. 15.00

 

Meistaradeild menn: 

Ley 13-03-21 Mjølnir Badmintonhøllin Kl. 18.00
Sun 14-03-21 Fleyr ÍF Gundadalshøllin Kl. 17.00