Flogbóltsárið 2021/2022 verður servað í gongd sunnudagin í høllini á Giljanesi

Árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum verða spældir sunnudagin á Giljanesi. Dystirnir eru ímillum steypavinnararnar og FM vinnararnar frá undanfarna kappingarári.
Fyrri dysturin, sum verður leiktur kl. 15, er ímillum ÍF, sum var steypavinnari og Mjølnir, sum vann FM heitið í fjør.
Seinni dysturin, sum byrjar kl. 17.30, er ein lokaluppgerð millum SÍ og Drátt. SÍ var greipuvinnari í fjør, men bæði steypa- og FM finalurnar vóru ímóti Drátti, og tískil møtast hesi bæði liðini til stórsteypadyst.
FBF og SÍ skipa fyri stórsteypadystunum. Atgongumerkini kosta 100 kr. fyri hvønn dyst og eru ókeypis fyri ung undir 16 ár.
Peningurin frá atgongumerkjasøluni fer óskerdur til "Í menniskjum góður tokki".
ℹTil ber eisini at stuðla við einari peningaupphædd á konto: 9181-120.788.3