Steypakappingin, menn: ÍF og Fleyr á odda

Oddaliðini í landskappingini hjá monnum vóru eisini tey, sum løgdu best frá landi, nú steypakappingin byrjaði.

Í landskappingini hjá monnum er eingin ivi um, hvør klárar seg best. Har eru tað Fleyr og ÍF, sum hava fingið klárt bestu byrjanina. - Fleyr hevur ongan dyst tapt; ÍF hevur tapt tveir. 

Gongdin í landskappingini heldur sær tó í steypakappingini, har júst somu lið hava fingið bestu byrjan. Tey eru gamaní í hvør sínum bólki, og tí er ikki óhugsandi, at vit at enda kunnu fáa eina finalu, júst millum hesi liðini.

ÍF spældi leygardagin sín fyrsta dyst í steypakappingini, á heimavølli móti Ternuni, og endaði hann við greiðum 3-1 sigri til fuglfirðingar. Fleyr vann eisini, á SÍ, men ikki so greitt sum ÍF gjørdi, tí dysturin í Sørvági sunnudagin endaði 3-2 til gestirnar úr Havn.

Úrslitini av teimum báðum dystunum í steypakappingini hjá monnum vóru annars hesi:

Bólkur 1: ÍF-Ternan 3-1 (12-25, 25-18, 25-17, 25-20)

Bólkur 2: SÍ-Fleyr 2-3 (17-25, 25-11, 25-14, 25-27, 10-15)


Næstu dystirnir hjá monnum verða leygardagin 10. desember, og eru teir hesir:
Bólkur 1: Ternan-Mjølnir, Toftir, klokkan 15.00.

Bólkur 2: SÍ-TB, Sørvágur, klokkan 13.30.

 

Steypakappingin hjá monnum er skipað í tveir bólkar við trimum liðum í hvørjum. ÍF, Ternan og Mjølnir eru í bólki 1 og Fleyr, SÍ og TB eru í bólki 2.

Her er tað hent, at TB, sum annars ikki spælir í bestu flogbóltsdeildimi hjá monnum, hevur meldað lið til í steypakappingini. Spurningurin er so, hvussu leikur fer hjá teimum. Tað fáa vit eitt dømi um leygardagin, tá teir spæla móti SÍ í Sørvági.