Steypakappingin, kvinnur:
Avgerðin fellur: KÍF ella Ternan... ella Dráttur?

Avgerðin fellur: KÍF ella Ternan ... ella Dráttur! – Ja alt kann henda, tá KÍF og Ternan spæla seinasta dystin í bólki 1 í steypakappingini í kvøld.
 
Tvey lið í bólkinum koma víðari til hálvfinalurnar, og Fleyr hevur vunnið rættin sum nr. 1 í bólkinum.
 
Undan dystinum í kvøld liggur Dráttur á 2. plássi við 4 stigum, meðan KÍF og Ternan bæði hava 2 stig. KÍF hevur ein settmun upp á -1, meðan Ternan hevur ein mun upp á -2.
 
Vinnur KíF dystin, eru tær víðari saman við Fleyr, men um Ternan vinnur 3-0 ella 3-1, so hava tær bjargað sær hálvfinaluna, men um Ternan vinnur 3-2, so verður tað Dráttur, sum framvegis er við í steypakappingini.
 
Í landskappingini liggur KÍF á øðrum plássi, meðan Ternan liggur á 8. plássi.
 
Dysturin verður leiktur kl. 20,00 í Høllini í Kollafirði í kvøld, hóskvøldið 5. januar.