Steypakappingarnar verða nú Bónus-kappingarnar

SMS og Flogbóltssamband Føroya hava júst gjørt avtalu um, at steypakappingarnar í flogbólti fyri vaksin og fyri yngri næstu tvey árini verða til Bónus-kappingarnar.

Fyrstu dysturin í Bónus-kappingini fyri kvinnur verður 6. januar 2024 í høllini á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti Fleyr. Fyrsti dysturin í Bónus-kappingini fyri menn verður 10. januar í Klaksvík. Tá tekur mansliðið hjá Mjølnir ímóti SÍ.

Steypakappingarnar - nú Bónus-kappingarnar - hava seinni árini ment seg til nøkur av størstu tiltøkunum fyri føroyskan flogbólt. Bónus-kappingin fyri vaksin er í gongd frá byrjanini av januar til endan av februar. Hálvfinalur í Bónus-kappingini fyri vaksin verða í Klaksvík 10. februar 2021 og finalurnar verða í Havn 24. februar.

Bónus-kappingarnar fyri yngri eru somuleiðis í gongd í byrjanini av árinum, og finalurnar verða leiktar í Havn 24. og 25. februar.