Steypakapping, menn: Hálvfinalistarnir funnir

Úrslitini í steypakappingini hjá monnum eru beint í samsvar við stigatalvuna í landskappingini. ÍF og Ternan komu víðari úr bólki 1 og Fleyr og SÍ úr bólki 2

Mjølnir var um reppið at senda ÍF úr steypakappingini hjá monnum, tá liðini spældu í høllini á Kambsdali leygarkvøldið.

Støðan í bólkinum var tann, at ÍF hevði trý stig og Mjølnir einki, men sum dysturin leið rak tað ímóti, at Mjølnir fór at vinna 3-0. Og var tað endin, hevði Mjølnir farið fram um ÍF á stigatalvuni.

Mjølnir vann tey bæði fyrstu settini, og tí stóð eitt sindur á hjá ÍF, tá triðja sett byrjaði. Men her vendi gongdin til fyrimuns fyri fuglfirðingar, sum vunnu tey bæði næstu settini og á tann hátt tryggjaðu sær tað stigið sum skuldi til.

Mjølnir vann at enda seinasta settið í dystinum, og tí fingu øll liðini í bólki eitt ein sigur í part, men tá gerast skuldi upp, rakk tann sigurin ikki til meira enn aftasta plássið í bólkinum.

ÍF endaði ovast í bólki eitt, Ternan gjørdist nummar tvey og tí eru tey bæði liðini víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum.

Í bólki tvey gjørdi Fleyr reint borð, tá teir vunnu tryggan 3-0 sigur á TB í Gundadalshøllini í gjár.

At hetta gjørdist úrslitið, kom ikki so óvart á, tí Fleyr er oddalið í bestu deildini og TB spælir í næstbestu. Tvøramenn hava tó gjørt av at spæla steypakapping “saman við teimum stóru” og tað er alla æru vert.

Úrslitini lagaðu seg tó ikki eftir vild, og tí er TB liðugt í steypakappingini hjá monnum í ár, meðan Fleyr og SÍ fóru víðari; Fleyr sum vinnari av bólki tvey við fimm stigum og SÍ sum nummar tvey við fýra stigum.

Úrslitini um vikuskiftið vóru annars hesi:

ÍF-Mjølnir 2-3 (20-25, 23-25, 25-17, 25-20, 4-15)

Fleyr-TB 3-0 (25-16, 25-14, 25-19)