Flogbóltspanel í Sportboxini á FM1 fríggjadagar

Sum nakað nýtt fer Óli G. Samuelsen nú at reika fyri einum flogbóltspaneli, ið verður sent aftaná tíðindasendingina klokkan 17 fríggjadagar á FM1.

Í dag hittir Óli G. Samuelsen landsliðsvenjaran hjá monnum, Bárð Bendix Mikkelsen, og landsliðsspælarar, sum vera á venjingarlegu á Giljanesi.

Eisini verður prátað við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, sum er á fundi hjá altjóða flogbóltssambandinum í París í Fraklandi.

Hoyrið sendingina á in.fo her!



FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7:  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.