Kvinnu- og manslandsliðini til Silver League

Kappingin verður í mai og juni 2023. Týsdagin 13. desember verður lutakast á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksemborg, og tá fæst at vita, hvørjum liðum kvinnurnar og menninir skulu leika ímóti.

A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í flogbólti skulu í mai og juni luttaka í Silver League kappingunum. Kappingin er ein liga-kapping fyri landslið í Evropa og er skipað við innleiðandi bólkum við fýra liðum í hvørjum, har leiktir verða tríggir heimadystir og tríggir útidystir. Vinnararnir av bólkaspælinum fara víðari til eina “final four”-kapping, har evropeiski ligameistarin verður funnin.

Dystirnar verða leiktir hesar dagar: 
27./28. mai 2023
31. mai 2023
3./4. juni 2023
10./11. juni 2023
14. juni 2023
17./18. juni 2023

Luttøkan hjá A-landsliðunum er liður í nýggja landsliðsarbeiðinum hjá Flogbóltssambandi Føroya, har A-landsliðini luttaka í Eurovolley-kappingunum (t.e. EM-undankappingum) annað hvørt ár og í Silvur-liguni annað hvørt ár.

Kvinnurnar nýggjan venjara
FBF hevur sett nýggjar høvuðsvenjarar til A-landsliðið og U19-landsliðið hjá kvinnum. Talan er um Cristian Imhoff, sum higartil hevur verið hjálparvenjari hjá A-landsliðinum hjá monnum. Cristian er úr Argentina og hevur leikt landsdystir við besta landsliðnum hjá Argentina, sum telist millum heimsins fremstu flogbóltstjóðir. Vanliga er Christian Imhoff venjari hjá besta mannsliðnum hjá Mjølni. Afturat Christian Imhoff hevur FBF sett Anniku á Stongum sum hjálparvenjara. Annika er vanliga hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Drátti.

Cristian og Annika fara undir fyrireikingar til Silver League-kappingina hjá kvinnum seinni í desember, tá flogbóltsútisetarnir eru komnir heim til jóla.

Boban Ilic er høvuðsvenjari hjá monnunum og fer hann nú undir at finna ein hjálparvenjara í staðin fyri Imhoff. Menninir fara somuleiðis undir innleiðandi fyrireikingarnar til Silver League-kappingina seinni í desember.

Meira verður at frætta um lutakastið hjá kvinnunum og monnunum týsdagin.

Foto: CEV ©