SÍ b verið undirtippað alla kappingina

Steypafinalan, menn:
- Hvørja ferð vit eru farnir á vøllin, hava fólk roknað við, at vit fóru at tapa, og tað broytist neyvan til finaluna. Men tað sum er farið av steypakappingini hava vit spælt móti øllum liðum, uttan ÍF, og vit hava vunnið á øllum liðum, sigur Jørgen Niclasen, venjari og formaður í felagnum.

- Vit fara sjálvandi á vøllin fyri at vinna. Vit fara, júst sum í øllum hinum dystunum, at gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Men málið er sjálvandi at vinna finaluna.

Tað sigur Jørgen Niclasen, sum í skránni stendur bæði at vera venjari og leikari á SÍ-liðnum, sum í ár hevur vunnið seg í steypafinaluna hjá monnum.

Sera royndir leikarar
Tað er longu sagt so nógv um SÍ b, at vit skulu ikki dvølja so nógv meira við tað. Tó velur formaður felagsins hesa viðmerking:

- Í ár hava vit valt at lata teir ungu leikararnar manna liðið í meistaradeildini. Teir eldru leikararnir hava ikki stundir til at venja so nógv sum krevst, men vit hava framvegis hug at spæla. Vit hildu ikki at rætta framferðin var at lata eldru og royndaru leikararnar yvirtaka liðið, um tað kom í finaluna, og tí valdu vit heldur at melda tvey lið til steypakappingina, sigur Jørgen Niclasen.

Úrslitið kenna vit. Bæði liðini endaðu í somu hálvfinalu, og har var SÍ b tað drúgvara. Tað er kanska einki at siga til, tí liðið hevur nógvar landsliðsroyndir, tilsamans 188 landsdystir, teir hava spælt í fleiri FM-finalum og enn fleiri steypafinalum. Fimm av leikarunum á liðnum hjá SÍ vóru við í steypafinaluni í fjør.

Fullir av sjálvsáliti
Fuglfirðingar skulu tí ikki vera í iva um, at teir mugu stríðast fyri gullinum, um teir ætla sær tað, sigur venjarin hjá sørvingum.

Hann vísir á, at higartil í kappingini hava sørvingar verið undirtippaðir, hvørja ferð teir eru farnir á vøllin, men nú standa teir í finaluni. Og teir eru fullir av sjálvsáliti.

- Vit hava spælt ímóti øllum liðum í landskappingini, og vit hava vunnið á teimum øllum. Tað einasta liðið, sum vit ikki hava spælt ímóti, er ÍF, og teimum skulu vit upp ímóti nú. Og sjálvandi trúgva vit uppá tað, sigur hann.

Jørgen Niclasen er eisini vísur í, at leikararnir fara at leggja alla orku í at vinna henda dystin, tí hetta er týningarmesti dysturin hjá hesum leikarunum í ár.

- Ein steypafinala er nakað heilt serligt, so ja, eg eri vísur í, at allir eru til dystin fús og fara at stríðast fyri sigrinum, sigur hann.

Samanhaldið er styrkin
Flogbólturin hevur fylgt nógv í Sørvági í nógv ár. Mest av øllum ítróttargreinunum, so at siga.

Tað merkist í fólkinum, og tað merkist eisini í stuðli frá m.ø. kommununi. Og hon er eisini við til steypafinalutiltakið.

- Kommunan bjóðar øllum sørvingum til morgunmat í Sørvági klokkan 10 leygardagin, og vit vóna sjálvandi, at nógv fólk møta, bæði har og eisini, at nógv fólk fylgja við okkum til Havnar. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa góðan áskoðarastuðul, sigur Jørgen Niclasen.