U18 sandflogbóltur: Tvey EM-pláss og tvey silvurheiðursmerki í Cardiff

Samanlagt trý EM pláss og trý silvurheiðursmerki eru komin til høldar í summar í tilsamans fýra EM-undankappingum í sandflogbólti.

Ikki kann sigast annað enn, at EM undankappingarnar í sandflogbólti hava gingið sera væl í summar. Føroyskir leikarar hava luttikið í samanlagt fýra kappingum. U20 fyri bæði kyn og U18 fyri bæði kyn.

Samlaða úrtøkan fyri føroyskan sandflogbólt hevur verið trý EM pláss og trý silvurheiðursmerki.

Sunnudagin tryggjaðu Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen sær silvurmerki, eftir at tær taptu finaluna ímóti einum sera sterkum íslendskum liði. Samstundis tryggjaðu tær Føroyum luttøku í U18 EM endsspælinum fyri gentur í 2027.

Júst sama støða er galdandi fyri Kaj Johannesen og Elias B. Jensen. Teir taptu finaluna ímóti Andorra, men tryggjaðu tó Føroyum EM luttøku í 2027 fyri U18 lið, og teir tryggjaðu sær eisini silvurheiðursmerki.

Fyri fáum vikum síðani tryggjaðu Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eisini føroyska U20 luttøku í EM í 2027.

Í vár setti Flogbóltssamband Føroya danan Martin Olesen í starv sum høvuðsvenjara fyri sandflogbóltin. Martin hevur drúgvar royndir og hevur millum annað vunnið EM við donskum U-lliðum. Arbeiðið hjá Martin hevur borið ávøkst, og sandflogbóltsluttøkan í ár hevur verið sera væl eydnað.

Næsta ár skulu lið aftur til EM-undankappingar, eins og tey skulu til sjálvar EM kappingarnar. Umframt hetta skulu fýra føroysk lið luttaka á oyggjaleikunum. 


Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen vunnu silvur í SCA / EM-undankappingini og hava kvalifiserað seg til U18 EM-endaspælið 2027.


Kaj Johannesen og Elias B. Jensen vunnu silvur í SCA / EM-undankappingini og hava kvalifiserað seg til U18 EM-endaspælið 2027.