Høll til sandflogbólt er nú veruleiki

Sandflogbóltshøllin, Koksið, á havnarlagnum í Fuglafirði er nú liðug og klár til stóra kapping á mentanardøgunum í Fuglafirði um vikuskiftið. Kappingin byrjar fríggjadagin kl. 17.30. Síðsti dystur er sunnudagin kl. 16.00. 

Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika

Flogbóltssamband Føroya hevur fyribils atgongd til Koksið fram til oyggjaleikirnar í 2027, og tá má støða takast til, hvat síðan hendir.

Koksið fer at verða sera týðandi í sambandi við menningina av sandflogbólti í Føroyum. Talan er um menning av leikarum sum heild, menning til komandi altjóða avbjóðingar og eisini til oyggjaleikirnar í 2027. 

Samstundis sum Koksið nú er klárt at taka í nýtslu, er ein dupultur uttandura sandflogbóltsvøllur um at vera liðugur í Sandavági. Umframt tað verður ein uttandura vøllur eisini bygdur í Fuglafirði.