Nýggjar flogbóltsreglur (CEV/FIVB)
FIVB hevur góðkent nýggjar reglur fyri tíðarskeiðið 2025–2028, og CEV hevur nú tikið tær til sín. Her eru tær broytingarnar:
1. Liðið, sum servar (Serving Team Position)
◦ Áður: Øll á servandi liðnum skuldu standa í rættari rotatión, tá servað verður.
◦ Nú: Bert móttøkuliðið skal halda rotatión; servandi liðið kann stilla seg frítt á vøllinum.
2. Skerming undir servu (Screening)
◦ Áður: Skerming var sambært reglunum avmarkað, men ikki strangt dømt.
◦ Nú: liðið, ið servar, skal ikki lyfta hendur upp um høvd undir servu, ella standa saman í einum trunka.
3. Bólturin uttanfyri antennurnar
◦ Áður: Bólturin kundi spælast aftur, hóast hann fór út um antennurnar, sama um tað var fyrsta, onnur ella triðja nerting.
◦ Nú: Bert fyrsta nerting kann spælast víðari, um bólturin fer út um antennurnar. Um tað er onnur ella triðja nerting, verður bólturin dømdur ”úti” beinanvegin.
4. Dupult slag (Double Contact)
◦ Áður: dupult slag var ólógligt undir heving.
◦ Nú: Undir heving er dupult slag nú loyvt, so leingi bólturin verður á egnari síðu. Feilur verður bara dømdur, um nertingarnar eru heilt greitt tvær atsóknir, ella bólturin fer yvir um netið.
5. Byrjan av servu (Out of rotation error)
◦ Áður: Mótstøðuliðið kann frítt flyta seg, tá leikarin hevur sligið bóltin.
◦ Nú: Mótsøðuliðið kann frítt flyta seg, tá leikarin hevur kastað bóltin upp til servu.
6. Kort
◦ Nú: Kort verða givin strangari fyri keðiligan atburð av leikarum og venjarum, og um neyðugt uttan munnliga ávaring fyrst.
Við hesum broytingum verður spælið skjótari, greiðari og meira spennandi!