Nýggj skipan til dystarhagtøl, úrslit, kappingarskrá o.a.

Nú fer at bera til at síggja live-score og hagtøl frá dystum og eitt áhaldandi dagført dreymalið.

Í summar gjørdi Flogbóltssamband Føroya avtalu við Genius Sports um nýtslu av teirra skipanum. Samstundis var avtala gjørd við eitt felag í Spania, um at hagtøl verða gjørd til allar dystir í Føroya Tele-deildunum og í steypakappingunum fyri vaksin. Hesi hagtøl skulu vera tøk í seinasta lagi 48 tímar eftir, at dystur er liðugur.

Tá Føroya Tele-deildirnar 2023/2024 byrjaðu, vórðu pappírsdómaraseðlarnir avloystir av E-score skipanini hjá Genius Sports. Kappingarskipanirnar fyri vaksin liggja í eini skipan, sum hevur heitið Competition Manager. Hagtøl verða gjørd í Datavolley skipanini, sum øll feløg annars kunnu fáa atgongd til, og ein serlig skipan er eisini, sum við tíðini fer at verða brúkt til at broyta grafikkin á skíggjanum, tá dystir verða vístir í Televarpinum. Ætlandi fer grafikkurin við tíðini at líkjast tí, sum vit kenna frá dystum í VNL og Eurovolley.

Nógvar av hesum upplýsingum eru nú savnaðar á einum leinki, sum nú liggur á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandi Føroya, fbf.fo. Leinkið liggur undir landskappingunum (klikk á bannaran (og sveipa síðani til rætta deild, um tú brúkar fartelefonina)) og steypakappingunum fyri vaksin.

Her eru dystaryvirlit og -hagtøl, støður, hagtøl yvir bestu leikarar á ymiskum plássum, og so verður eitt dreymalið áhaldandi dagført. Umframt hetta er gjørligt at fylgja við beinleiðis - live score - tá dystir verða leiktir.

Harvið hvørva gamla dystaryvirlitið og støðurnar.

Enn eru ymiskar dagføringar, sum skulu gerast. Hetta eru málsligar og grafiskar dagføringar, og so myndir av og upplýsingar um ymisku leikararnar í bestu deildunum. Vónandi fara feløgini skjótt at senda manglandi myndirnar til skrivstovuna hjá FBF.

Arbeitt verður áhaldandi við hesum, men mett var, at nú er skipanin komin hartil, at tíðin var búgvin at gera hana tøka til flogbóltsfamiljuna og onnur áhugað.

Tað er Jákup Fjallsbak, sum hevur verið verkætlanarleiðari, og hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði at útbúgva umboð fyri feløgini at brúka E-score, føroyska skipanina og annars síggja til, at vit nú kunnu leggja hetta út á heimasíðu okkara.