U19 menninir taptu javbnbrótaran 19-21 fyri Noregi

Stutt samanumtøka av teimum fýra dystunum hjá føroysku U19 landsliðunum hjá monnum og kvinnum í innleiðandi bólkaspælinum i NEVZA-kappingini í Kettering í Onglandi.

(Myndina eigur Phil Gibbin sum finst á https://www.facebook.com/philgibbinphotography)

 

U19 menn: Føroyar – Noreg 2-3 (24-26, 25-23, 25-22, 15-25, 19-21)
At tað kann vera hárfínt millum gleði og vónbrot, sannaðu u19 menninir í dag, tá teir taptu javnbrótaran 19-21 fyri Noregi, eftir at hava yvirlivað seks dystarbóltar frá støðuni 13-14. 

Seiggið í føroyska liðnum sóu vit tó longu í fyrsta setti, tá lítil vón var við støðuna 14-19, men kortini bardi liðið seg til javnleik við 24-24, tó bert fyri at síggja Noreg vinna 26-24. 

Í øðrum setti vunnu Føroyar seg avgerandi framum við støðuna 14-14, men brádliga hevði Noreg javnað til 23-23, áðrenn Føroyar vunnu 25-23. 

Í triðja setti skiftust liðini at vera frammanfyri. Føroyar tveittu eina 12-9 leiðslu fyri borð, og fóru afturum 12-14 og 15-17, áðrenn tað aftur vendi, og Føroyar vunnu seg upp á 20-17. Men allar súðir vóru ikki syftar enn, tí Noreg bardi seg aftur upp á javnt við 20-20. Tó til fánýtis á hesum sinni, tí Føroyar hildu høvdið kalt og vunnu 25-22.

Í fjórða setti var lítið sum gekk Føroyum eftir vild, og brátt førdi Noreg 15-9 og 20-12, og føroyska liðið sannaði, at her vendist ikki, og Noreg vann 25-15.

Og so eru vit aftur í óvanliga spennandi 5. settinum. Frá 0-3 løgdu Føroyar seg á odda 5-3, men brádliga stóð 7-5 til Noreg. Men so skifti aftur, og Føroyar løgdu seg framum 9-8 og 13-11. Noreg vann seg tó framum aftur 14-13, og 6 dystarbóltar seinni góvu teir Føroyum banahøggið og vunnu 21-19 og dystin 3-2.
 

U19 menn: Føroyar – Svøríki 0-3 (16-25, 14-25, 21-25)
Fyrr um morgunin høvdu Føroyar spælt ímóti Svøríki. Tá gekk knapt so væl, og sviar vunnu ein greiðan 3-0 sigur. Settini vóru meinlík; Svøríki legði seg alt fyri eitt á odda, og munurin vaks og vaks, sum settini liðu. 

Leygardagin kl. 11.30 spæla føroysku U19 menninir fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í bólki 3. Fjórðingsfinal verður stroymd her: https://www.youtube.com/watch?v=sxFQAjilYqI
Vinnarin av hálvfinaluni kemur í hálvfinaluna, sum er ímóti Svøríki.  


U19 kvinnur: Føroyar – Svøríki 0-3 (22-25, 16-25, 18-25)
U19 kvinnur: Føroyar – Noreg 0-3 (24-26, 14-25, 8-25)

Eisini kvinnurnar spældu tveir dystir í dag, og eisini tær spældu ímóti Svøríki og Noregi. Tann fyrri var ímóti Svøríki, sum vann ein greiðan 3-0 sigur, men tó gekst rímiliga væl í fyrsta setti, sum Føroyar einans taptu við trimum stigum, eftir eitt skifti at hava verið aftanfyri við 7. 

Mynstrið í dystinum móti Noregi seinni um dagin var meinlíkt tí í dystinum móti Svøríki. Føroyar høvdu kanska hug at kanna sær bitan áðrenn hann var svølgdur, tá Føroyar førdu 14-8, men Noreg bardi seg innaftur í settið, javnaði til 17-17 og legði seg framum 20-18. Føroyar vunnu tó leiðsluna aftur og løgdu seg á odda 22-20, men so var aftur javnt við 24-24, áðrenn Noreg vann 26-24. – Ein herskin biti fyri føroyska liðið at svølgja.

Í øðrum og triðja setti gekk minni gott, og munurin vaks seg skjótt stóran, og Noreg vann 25-16 og 25-18.

Leygardagin kl. 9.30 spæla føroysku U19 kvinnurnar fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í bólki A. Fjórðingsfinalan verður stroymd her: https://www.youtube.com/watch?v=rGgAkSgyBaA

 Vinnarin av fjórðingsfinaluni kemur í hálvfinaluna, sum er ímoti Svøríki.