5. pláss til U19 menninar eftir sigur á Íslandi

U19 menninir og kvinnurnar hava í dag spælt um 5. plássið  í Kettering í Onglandi, har liðini spæla við í norðurevropisku kappingini NEVZA.

Bæði liðini spældu ímóti Íslandi.

Føroysku menninir komu væl frá byrjan og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-16 og 25-23, og seinast í triðja setti vóru Føroyar á odda 23-21, men av einihvørji orsøk taptu teir settið 25-23.

Og byrjanin í fjórða setti var heldur ikki góð. Føroyar komu afturút 7-3, men við áhaldani góðum spæli eydnaðist at vinna fjórða settið 25-19, og harvið 5. plássið og dystin 3-1.


Í finaluni eru Noreg og Svøríki (ímóti Noreg tapti Føroyar 21-19 í fimta setti). Svøríki vann dystin 3-1 (25-14, 25-16, 20-25, 27-25)
Í dystinum um bronsuna vann Danmark 3-1 á Onglandi.


Føroysku kvinnurnar komu illa frá byrjan og taptu 1. settið 25-14. Hini settini endaðu 25-19 og 25-22 til Ísland. Føroyar endaðu sosatt á 6. plassi.

Føroysku liðini verða aftur í Føroyum mánakvøldið.



Bronsudystin vann Danmark 3-1 á Onglandi.
Í finaluni møttust Svøríki og Noreg.  -- Svøríki vann 3-2 (22-25, 25-23, 14-25, 25-20, 15-11)