U17 dreingir: 2-3 móti Onglandi

Føroysku dreingirnir komu væl frá byrjan móti Onglandi í morgun og vunnu bæði tey fyrstu settini ávikavist 25-20 og 25-20.

Men so kom stígur í.

Triðja settið vann Ongland 25-18, eins og Ongland vann 4. settið 25-21.

Farið var so undir 5. avgerandi settið. Føroyar komu illa frá byrjan og komu afturút 6-1, men vunnu seg síðani uppá 7-8, men ov nógvir feilir til seinast gjørdu, at Ongland vann settið 15-9, og harvið dystin 3-2.

Men ein góður dystur frá føroyska liðnum, sum í gjár vann 3-0 á Noregi.

Seinasti dysturin hjá liðnum verður í morgin.

Leikararnir í dag vóru:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen

Liðleiðari: Jónley Poulsen