Silvurligan, kvinnur: Montenegro - Føroyar

Vit sótu sum á nálum á Livescore, meðan sensatiónin lúrdi: Føroysku flogbóltskvinnurnar fingu uppreisn

Flogbóltur er eitt kyniskt spæl, har betra liðið vanliga vinnur, tí gjørligt er ikki at drála við tíðini ella at taka ferðina úr leikinum hjá mótstøðuliðnum. Men hóast hetta vóru føroysku kvinnurnar nær við at vinna eitt sett ímóti sera sterka liðnum úr Montenegro á útivølli í kvøld. Í 1. og 2. setti var talan um javnan dyst, og føroyska avrikið var sum heild meira enn góðkent. Ein sera flottur endi á føroysku Silver League luttøkuni á hesum sinni.

Sofía Purkhús Splidt var besti leikarin í dystinum við 13 stigum - 3 fleiri enn kantarnir hjá Montenegro, Danijela Dzakovic og Katarina Budrak, sum skoraðu næstflest stig.

Eftir dystin ímóti Georgia vóru føroysku kvinnurnar sera vónbrotnar, og høvuðsvenjarin Cristian Imhoff hevði eina stóra uppgávu at seta leikararnar upp til sera torføra útidystin ímóti Montenegro.

Undan dystinum í kvøld lá Montenegro á 1. plássi í bólki B við 12 stigum, og á 2. plássi lá Portugal, eisini við 12 stigum. Montenegro vann seg uppá 1. plássið við vinna 3-0 á júst Portugal á heimavølli fyrradagin. Við tað at Montenegro tapti 3-1 á útivølli móti Portugal hin 31. mai, var Montenegro 1 sett frammanfyri Portugal. Tí var umráðandi fyri Montenegro at vinna 3-0 á Føroyum, og var heimaliðið tí sett við sterkastu uppstilling.

Í 1. settinum fylgdust liðini nøkulunda í byrjanini, tó so at Montenegro helt seg 3-5 stig frammanfyri. Føroyar hálaðu tó innaftur til støðan var 17-17. Her byrjaði sensatiónin at lúra, og settið gjørdist sera spennandi. Føroyar kom síðani uppá 18-20 - tvey stig frammanfyri Montenegro. Montenegro hálaði innaftur, men síðani løgdu føroysku kvinnurnar seg á odda 20-22. Tað bleiv 22-23. Montenegro kom síðani upp á 23-23 og hálaði síðani tveir teir síðstu bóltarnar heim, og vann settið 25-23.

Í hesum settinum vístu royndu leikararnir Sofía Purkhús Splidt og Birgit Guttesen, við ávikavist 5 og 4 stigum, seg veruliga fram.

Hetta 1. settið í Herceg Novi í Montenegro vísti, at føroysku kvinnurnar væl megna at leika upp ímóti einum liði, sum liggur munandi longri frammi á styrkilistanum hjá CEV. Tær vístu, at tær bara skulu halda fram at leika slíkar dystir, og síðani fara góðu úrslitini at koma meira javnan.

Byrjanin av 2. setti gjørdist ikki eins spennandi sum tað 1. - sæð við føroyskum brillum. Montenegro var ávarað og løgdu tær seg skjótt framum 13-6. Men aftur hesa ferð kempaðu føroysku kvinnurnar seg innaftur í dystin og komu upp á støðuna 17-13. Montenegro fór undan aftur og kom upp á støðuna 19-14 og 20-15. Settið endaði við 25-17 - eitt úrslit sum aftur vísur á eitt rættiliga javnt sett.

Aftur í hesum settinum skaraði Sofía Purkhús Splidt framúr við 7 stigum fyri Føroyar.

Í 3. settinum vísti Montenegro, at tær hava nakrar dygdir, sum føroyska liðið ikki hevur enn. Montenegro vann settið greitt við 25-8, og sostatt dystin við 3-0 og varðveittu tær sostatt 1. plássið í bólkinum.

📊Hagtøl frá dystinum

📍Stig fyri stig: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-women/wslb-11-montenegro-v-faroe-islands/

📍Ymisk lið- og leikararhagtøl: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-women/wslb-11-montenegro-v-faroe-islands/#statistics

📍Dysturin í tølum: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-women/wslb-11-montenegro-v-faroe-islands/#report