Mjølnir á altjóða pallin í Challenge Cup

Eisini Mjølnir verður við til at skriva føroyska flogbóltssøgu í heyst, tá føroyameistarin og steypavinnarin hjá monnum fer at luttaka í Challenge Cup

Tað grør um gangandi fót í føroyskum flogbólti. Landsliðini hjá bæði monnum og kvinnum luttaka í hesum døgum í Silver League kappingunum, har kvinnurnar í síðstu viku vunnu søguligan sigur, og menninir góvu Lettlandi skarpa mótstøðu.

Sterkastu føroysku feløgini fara nú eisini at luttaka í altjóða kappingum. Í gjárkvøldið boðaði SÍ frá, at teirra kvinnulið verður við í næstu Challenge Cup-kapping. Í morgun hevur Mjølnir boðað endaliga frá, at sterka mansliðið hjá teimum, sum nýliga gjørdist føroyameistari fimta árið á rað, eisini verður við í Challenge Cup í heyst.

Mjølnir hevur undir kønari leiðslu dugað sera væl at fingið til vega dugnaligar leikarar og venjara. Næsta stigið fyri felagið er nú at taka fyrsta fetið út á altjóða pallin við einum liði, sum er væl samansett av royndum leikarum og ungum evnaríkum talentum.

Hin 19. juli verður greitt, hvørjum Mjølnir skal leika ímóti, og sambært Jóhann Lützen, formanni, er ætlanin at fáa Badmintonhøllina í Klaksvík góðkenda til dystin, soleiðis at heimadysturin kann leikast í Klaksvík.