Flyting av leikarum áðrenn kappingarbyrjan

Kunning um flyting av leikarum:

Í sambandi við flyting av leikarum millum feløg undan kappingarbyrjan, vilja vit mæla til at oyðubløð undir hesari leinkju verður nýtt:
fbf.fo/kappingar-urslit/leikaraloyvi

Víst verður annars til reglugerðina um, hvussu leingi ein skal hava verið limur í felagnum v.m. og treytir um at skifta felag:

grein 9
a) Luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur ein mánað í tí felag, sum hann luttekur fyri.

b) Luttakandi lið hava í mesta lagi loyvi at hava ein útlending á liðnum. Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka. Sum føroyingur verður eisini roknaður útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 ár, og hevur sítt virki her og føroyskan ríkisborgararætt.

d) Felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda viðkomandi leikara.

 

Eru ivamál, kunnu tit skriva til fbf@fbf.fo