Landskappingin byrjar

Um vikuskiftið byrjar landskappingin í flogbólti  – hetta vikuskiftið verða 3 dystir.

Í meistaradeildin hjá kvinnum møtast á Giljanesi Dráttur og SÍ. Hesin dysturin byrjar kl. 13.00 sunnudagin.

Í bestu mansdeildini spæla SÍ og ÍF í leygardagin kl. 15.00 í Sørvági, og sunnudagin møtast Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini kl. 15.00.

Ringt er at spáa um úrslitini, men seinasta vikuskifti skipaði Fleyr fyri FK-kapping í Havn, og tá gjørdist kvinnuliðið hjá Fleyr vinnari við teprum sigri á Mjølni, meðan menninir hjá Mjølni vunnu manskappingina.

Seinasta kappingarár gjørdist Dráttur føroyameistari hjá kvinnunum, tá tær í finalunum vunnu ávikavist 3-0 og 3-1 á KÍF. 

Um støði verður tikið í hesum, so kann verða, at annað lið verður føroyameistari í ár.

Í mansdeildini gjørdist SÍ føroyameistari, tá teir í minnisríka Gylta settinum vunnu 17-15 á Fleyr í Høllini á Hálsi, eftir at bæði liðini høvdu vunnið hvør sín finaludyst. Men møguliga verður tað Mjølnir, sum í ár verður í finaluni, eftir teirra sigur í FK-kappingini.