Innbjóðing til flogbarnakapping í Tórshavn 9. mars 2019

Leygardagin 9. mars 2019 skipar KÍF fyri flogbarnakapping í høllini á Hálsi í Tórshavn.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D12.

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Tilmelding á flogboltur@kif.fo í seinasta lagi mikudagin 27. februar 2019.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið.

Peningurin skal flytast á kontu 9181 – 4972076 í Betri Banka

Við flogbóltskvøðu
KÍF