ÍSF-skeið fyri kassameistarar/nevndarlimir 2018

Í 2016 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skipað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2018 at taka tráðin uppaftur.

Undirvísarar: Finn Jensen og Jarvin F Hansen.

Skeiðini verða kl. 17.30-21.00 hesar dagar:
11. januar – í skúlanum á Giljanesi
25. januar – á Skúlatrøð í Klaksvík
8. februar – í skúlanum í Kollafirði
22. februar – í Ítróttarhøllini á Sandi
1. mars – í skúlanum í Trongisvági
15. mars – í skúlanum við Løkin
4. apríl – í ÍSF-húsinum

Evni:
1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG
4. Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.

Málbólkur:
Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.

Hvat fært tú burturúr:
– Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
– Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
– Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.

Tilmelding:
Tilmelding ferð fram við at fylla út her: her 3 dagar áðrenn skeiðið.

Kostnaður:
200 kr., sum skal flytast á konto: 9181 151.233.3 – viðmerk «kassameistari, (felag)

 

https://isf.fo/skeidskra-fyri-kassameistararnevndarlimir-2018/