Rætting: Kappingin bert fyri flogbørn og Gentur/Dreingir 12
Innbjóðing til TB-kapping 2017!

(Av misgávum stóð upprunaliga at kappingin eisini umfataði kvinnu- og mansunglingar, men hetta er skeivt. Rætta innbjóðingin sæst niðanfyri: 
Hervið vil TB bjóða til flogbóltskapping í Trongisvági leygardagin 21. okt. 

Í samráð við FBF hava vit gjørt av, at kappingin bert er fyri
 
- Flogbørn
- Gentur og dreingir 12 ár
 
Meldast skal til á tbflogboltur2016@gmail.com 
Eru spurningar, kann ringjast til tlf. 21 20 13
 
Heitt verður á feløgini um at senda okkum eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum. 
 
Tilmeldingarfreistin er týskvøldið 17. okt 
 
Luttøkugjaldið er 200 kr. pr. lið.
Vinarliga flytið peningin á konto: 6460 - 0005579505
 
Er luttøkugjaldið ikki goldið innan 17. okt., kann nevnda lið / felag roknast sum ikki tilmeldað.
 
Tað hevði glett okkum at sæð luttøku av øllum flogbóltsfeløgum í landinum.
 
Við flogbóltskvøðu
TB