Innbjóðing til FK-Cup 2018 - eldri og yngri deildir

Til flogbóltsfeløgini!

Árliga FK-Cup fyri eldri deildir verður leygardagin 22. sept. 2018.
Lið, sum ikki luttaka í FM-kappingini, eru vælkomin at luttaka.

FK Cup fyri yngri deildir verður 24. og 25.nov.

Tilmelding til FK-Cup hjá teimum vaksnu skal verða Fleyr í hendi innan 13. september 2018 kl. 18:00.

Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo
Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis. Hetta vil hjálpa okkum almikið :-)


Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Onnu Falkenberg, telefon +45 28 83 95 35, ella senda teldupost til fleyr@fleyr.fo
 



Luttøkutreytir:

Luttøkugjald:
Meistaradeild: kr. 500,00
1. og 2. deild: kr. 350,00
Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3
 



Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu tilmeldingarfreistina (sama freist sum tilmeldingarfreistin), kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Eldri deildir: Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum. Harafturat verður heitt á leikararnar um at hjálpa til við at døma finaluumfør. Kappingin verður hildin í Høllini á Hálsi.

Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd. Vit miða eftir, at skráin fyri kappingina er klár mánadagin áðrenn kappingarnar byrja :-)

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti. Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2018.


Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr