Innbjóðing til Mjølnir-kapping; yngri og eldri deildir

Góðu tit!

Vit vilja hervið bjóða tykkum til Mjølnirkappinginarnar 17/18:

  • Eldri: 6. januar 2018
  • Yngri: 20. og 21. januar 2018
     

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 19/12, og tilmeldingarnar skulu sendast til:
mjolnirklax@gmail.com


Vit gleða okkum at síggja tykkum í Klaksvík í januar!

Vit vilja samstundis ynskja øllum gleðilig jól!

Vinarliga Mjølnir


Innbjóðingarnar eru niðanfyri - eldri deildir fyrst; síðani yngri deildir:



Mjølnirkapping 6. januar 2018
Eldri deildir 2017/18
stuðlað av BankNordik
-------------------------------------------

Vit vilja hervið bjóða tykkum til Mjølnirkapping fyri eldri deildir leygardagin 6. januar 2018.

Tit kunnu melda til soleiðis:
Eik-kvinnur
Eik-menn
1. deild/ veteran kvinnur
1.-2. deild/veterat/motión menn
2. deild/motión kvinnur

Tilmelding innan týsdagin 19.desembur 2017.

Tilmelding skal sendast til teldupost: mjolnirklax@gmail.com

Luttøkutreytir:

Luttøkugjald:

Eik-liga: kr. 500,00 fyri hvørt lið
1. og 2. deild: kr. 350,00 fyri hvørt lið

Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460-1708483

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu freist, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd.

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Við flogbóltskvøðu Mjølnir
 




Mjølnirkapping -  20. og 21. januar 2018
Yngri deildir - 2017/18
Stuðlað av BankNordik
-------------------------------------------

Vit vilja hervið bjóða tykkum til Mjølnirkapping fyri yngri deildir leygardagin 20. januar og sunnudagin 21. januar 2018.

Leygardagin 20. januar: G/D 12 – G/D 14 - D15 - G16 – G19 – KvU/MU
Sunnudagin 21. januar: Level 0 – 1 – 2 – 3

Tilmelding innan týsdagin 19. desembur 2017.

Tilmelding skal sendast til teldupost: mjolnirklax@gmail.com


Luttøkutreytir:

Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið.

Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460-1708483

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu freist, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd.

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Við flogbóltskvøðu
Mjølnir